Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Eingi tekin er um, at eitt ukrainskt rakettálop var orsøkin til at ukrainskir krígsfangar doyðu, skrivar CNN.

Amerikanski miðilin hevur tosað við fleiri serfrøðingar, sum eru á einum máli um, at russiski pástandurin um, at yvir 50 ukrainskir krígsfangar doyðu av ukrainskum álopi við rakettum frá HIMARS, er ikki sannur frá prógvunum á staðnum, skrivar danska TV 2.

Frá myndum og frágreiðingum hjá eygnavitnum, siga keldurnar hjá CNN, at eingi tekin er um, at ein so stór spreinging var í goymslubygninginum, har ukrainsku fangarnir vóru, men at hinvegin var talan um stóran eld. Myndir frá staðnum vísa brendar sengur og lík.

Ukraina skuldsetur Russland fyri við vilja at hava dripið krígsfangarnar.

Les søguna á CNN her.  

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo