Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Veðurlagsálitið frá 2009 frá táverandi landsstýriskvinnuni í orku- og umhvørvismálum, Anniku Olsen, skuldi vísa eina minking í útlátum av veðurlagsgassum, serstakliga koltvísúrni, CO2, á 20% í 2020 í mun til útlátið í 2005. Men støðan vísur her í 2020 er hinvegin ein vøkstur á 25%.

Hvussu ber tað til tá vit hava so ”dugnaligar” politikkarar, sum púrt einki hava gjørt fyri at minka útlátinum og avmarkað hitaøkingina á klótuni, ið vit støðugt verða ávarað kann koma at kosta dýrt í allar mátar. Longu sum er kann mátast ein hitaøking í høvunum, norður- og suður polarøkini brána og við vandanum at heita Golfrákið minkar javnt við frárenning av feskum vatni í Grønlandsdýpið. Termohalinska pumpan viknar og við vandanum at ein nýggj ístíð kann taka seg upp á norðurhálvuni.

Høvini verða meira súr javnt sum nøgdin av CO2 økist, hitin í sjónum økist og við tí umstøðurnar hjá t.d. toski at gýta, og áhaldandi álvarslig dálking og eitran av høvunum frá m.a. alivinnu og dálking frá landi hóttur lívfrøðiliga margfeldni í høvunum og við tí føðigrundarlag hjá fiski, sjófugli og súðdjórum.

Deydasligir politikkarar
Hvat hava politikkarnir so framt av átøkum til at minka um útlat av vækstrarhúsgassum og dálking av høvunum? Ikki er lætt at fáa eyga á nakað sum verunliga hevur munað. Hissini so er onkur sólorkuútbúnaður komin upp og nakað av vindorku er eisini komið afturat, men tað er nú meira orkufelagnum SEV fyri at takka. Kommunurnar eiga SEV, men hava annars ikki framt nakað stórvegis, ið hevur minkað um fossilu orkuna og CO2-útlát. Landspolitisk hevur sum heild verið vístur alt ov lítil vilji at gera nakað við alsamt vaksandi trupulleikan, sum Suni Petersen, deildarleiðari innan Vernd á Umhvørvisstovuni púra rætt orðar seg í samrøðu við Portal.fo / Dimmu hin 17.juli.

Eingin umhvørvis- og orkupolitikkur
Vit hava onga bindandi verðurlagslóggávu, onga nútímans nátúrulóggávu, onga lóggávu til lendisskipan annað enn Býarskipanarlógina frá 1952, ið er jagla og tamba og misnýtt á grovasta hátt, og ongan verunliga orkupolitikk...annað enn fráboðað frá landsstýrismanninum í umhvørvis- og vinnumálum, at uppskot verður fyrireikað, at ravmagnsnetið skal skiljast frá framleiðaranum – fyri at fáa kapping í orkuframleiðuna.....sum um at tað skal verða loysnin á veðurlags- og orkupolitikkinum.

Økt fossil orkunýtsla
Nýggja uppgerðin frá Umhvørvisstovuni fyri orkunýtslu og útlát av veðurlagsgassum fyri 2019 vísur, at orkunýtslan frá 2018 til 2019 samanlagt er økt við 12.416 tonsum av olju svarandi til 3,4%.

Frá 1017 til 2018 var økingin gott 3-falt størri við 30.326 tonsum av olju svarandi til 9,3%.Verður hugt eftir ojunýtsluni hjá SEV frá 2017 til 2018 var ein meirnýtsla av olju á 3.765 tons, meðan økingin frá 2018 til 2019 var heili 11.146 tons. Orsøkin stavar frá væl lægri vatn- og vindorkuframleiðslu, ið hevur sína náturligu orsøk við størri oljunýtslu.Húsarhaldini høvdu eina øking í oljunýtsluni 2017 til 2018 á 1.223 tons svarandi til 3,5%, meðan ein lítil minking var 2018 til 2019 á 613 tons. Og orsøkin kann verða at fleiri hava lagt um til hitapumpur.

Bygningskunngerðin 2017 og mesta orkunýtsla
Húsarhaldini standa fyri umleið 10% av samlaðu fossilu orkunýtsluni og útlátinum av veðurlagsgassum. Góð 35.000 tons av dieselolju til umleið 15.000 húsarhald svarar til at hvørt húsarhald brúkar 2,3 tons ella góðar 2.764 litur av olju um árið. Um vit siga at eitt húsarhald / sethús í miðal er 120m2 í vídd svarar hetta til at eini sethús brúka góðar 210kWtímar fyri hvønn ferðmetur til upphiting og heitt vatn.

Í 2017 fingu vit eina føroyska byggilóggávu og bygningskunngerð nevnd BK17. Í hesi kunngerð grein 7.2.2 verður ein orkukarmur til mestu orkunýtslu fyri bústaðir, studerntagarðar, næmingaheim, hotell o.a. settur til at vera í mesta lagi (70+2200/A kWtímar/m2/ár) og har A er tann upphitaða víddin á bygninginum. Hetta merkir at eini sethús á 100m2 í mesta lagi mugu brúka 92kWtímar/m2/ár, ið er rættuliga nógv sammett við okkara grannalond.

Just vísti orkukarmur í BK17 var galdandi í donsku bygningskunngerðini fyri 2008, meðan hann varð minkaður í 2010 til (52,5+1650/A) kWtímar/m2/ár svarandi til 69kWtímar/m2/ár fyri eini 100m2 stór sethús. Og longu í 2015 varð orkukarmurin aftur herdur til (30+1000/A)kWtímar/m2/ár.

Í hesi donsku bygningskunngerð varð enntá víst til orkukarmin nevndur ”bygningsklasse 2020”, ið varð settur til 20kWtímar/m2/ár og í samband við sonevndu lágorkuflokkar 1 og 2, ið vóru í ætlan at verða felags orkukarmur í 2020.
Danska bygningskunngerðin er í 2018 fullkomuliga broytt í allar mátar og ikki at kenna aftur. Umsitingin av kunngerðini er nógv lættari hjá byggimyndugleikanum, men krevur at umsøkjarin hevur holla vitan og sera gott innlit í bygging og ikki minni orkunýtslu.

Danska bygningskunngerðin 2018 hevur ásett ein orkukarm ájavnt við karmin frá 2015, ið svarar til at eini sethús á 100m2 ikki mugu brúka meira enn 40kWtímar/m2/ár til upphiting og heitt vatn, ið er minni enn helvtin av tí føroyski orkukarmurin í BK17 boðar frá.

Orkukarmur 2018”
Tað mest undrunarverda, og sum júst vísir hvussu deydasligir og úrbúkiligir okkara landspolitikkarar eru – bæði fyrra samgongan og verandi, er, at tað í BK17 grein 7.2.4 verður umrøddur orkukarmur 2018 fyri bústaðir, studentagarðar, næmingaheim, hotell o.a. á (55+1.600/A)kWtímar/m2/ár...javnbjóðis við 71kWtímar/m2/ár fyri eini 100m2 sethús. Hesin orkukarmur okkara, ætlaður í 2018, er sostatt ájavnt við donsku bygningskunngerðina fyri 2010.

Í BK18, somu grein, stk.1. verður skrivað: ”Orkukarmur 2018 kann væntast at verða eitt hert krav í 2018.”

Spurningur er settur, og tað inntil fleiri ferðir, til Umhvørvis og Vinnumálaráðið, hví ”orkukarmur 2018” ikki er settur í verk. Vit kunnu um hálvt ár skriva 2021, og utan at landsstýrið er komið undan dýnuni við herdum krøvum til orkunýtslu og minking av útlátum av veðurlagsgassum...sum fráboðað í 2009 í Veðurlagsálitinum.

Tað er eingin trupulleiki at byggja sethús ella íbúir, studentagarðar, næmingaheim ella hotellir, har orkunýtslan til upphiting og heitt vatn er ájavnt við góðar 40kWtímar/m2/ár fyri 100m2 upphitaða vídd. Og tað er heldur eingin trupulleiki, og heldur ikki ein ovurstór íløga, at røkka enn lægri orkunýtslu – um politiski viljin er tilstaðar. Ein minking í orkunýtslu og CO2 útlátinum frá húsarhaldum kundi verið rokkin í 2018 og 2019, men her sker púrt einki við tí politisku leiðslu vit hava í kommunal- og landspolitikki, og kann tí verða átrokandi neyðugt at fáa gamlar avdankaðar menn sendar til hús og nýggj, ung, visoner og framfýsin umboð inn á ting og í nýgg kommunustýri.

Fyrispurningur um ”orkukarmin 2018” er settur landsstýrsismanninum Helga Abrahamsen 16. juni, men hann hevur ikki stundir at svara fyri enn eftir Ólavssøku.

Kári Thomsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo