Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Á hátíðarhaldi í Lítliskógi í morgun hátíðarhelt Conny Dybzack 40 ára starvsdag og fekk í tí sambandi Dronningens Fortjenstmedalje í silvuri handaða av borgarstjóranum.

Borgarstjórin segði í stuttari røðu, at var tað nakað, tey kundu vera vís í á stovninum, so er tað tað, at Connie altíð er til arbeiðis, tí hon orkar væl og møtir altíð til tíðina. Hon er ongantíð bangin fyri at taka fatt!

- Hon gongur uppí sítt arbeiði og fylgir væl við hvat gongur fyri seg á pedagogiska økinum. Connie er nærverandi og dámar væl, at tað hendir okkurt. Henni dámar eitt nú væl at fara oman í fjøruna við børnunum og troyttast skjótt av bert at vera í garðinum.

- Hon er aktiv í gerandisdegnum saman við børnunum. Hon lesur, málar spælir borðspøl v.m. og hon dugir eisini væl at lata børnini fordjúpa seg í spælinum. Tað sigur eisini eitt sindur um álitið á hana, at hon hevur verið álitisfólk á stovninum í fleiri ár.

- Við øllum hennara royndum á økinum hevur tað verið gott fyri Lítlaskóg og kommununa at havt hana her, segði borgarstjórin.

Conny ætlar sær á pensjón í summar, men hevur lovað ikki at sleppa endanum heilt, tí tey á Lítlaskógi sleppa framhaldandi at ringja eftir henni, tá tørvur er á avloysara. Borgarstjórin takkaði fyri 40 góð ár og handaði blómur og gávu frá kommununi, og handaði Dronningens Fortjensmedalje í silvuri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo