Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Verk hjá átta fotografum í Norðurlondum verða sýnd fram, tá veðurlagsráðstevnan, COP26, verður sett í Skotlandi sunnudagin 31. oktober.

Tey átta norðurlendsku listafólkini hava hvør í sínum lagi tikið myndir til framsýningina, sum í ár eisini visuelt varpar ljós á umhvørvisbroytingarnar í heiminum.

Verkini hjá teimum átta fotografunum verða sýnd fram í Glasgow, tá COP26-ráðstevnan hjá ST verður hildin í døgunum frá 31. oktober til 12. november.

Føroyski dokumentaristurin Bjarni Mohr, sum hevur arbeitt saman við hinum norðurlendsku listafólkunum um framsýningina, hevur átta verk á felags framsýningini.

Framsýningin er fyrst og fremst í samband við COP26-veðurlagsráðstevnuna hjá ST, men framsýningin hongur eisini uppi í Glasgow til 30. januar 2022.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo