Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Ongantíð fyrr hava vit offrað so nógv fyri so lítið.

Ongin deyður og at kalla ongin innlagdur alla hesa tíðina - so hvørtfall ongin í deyðsvanda.

Kanska onkur kann siga mær, hví tað er, at vit halda á at skarva av okkara búskapi, skerja okkara frælsi og avtaka rættindi, fyri ikki at tala um at grundleggjandi broyta okkara máta at liva uppá og, av tí sama, okkara samfelag?

Og alt hetta bert so at forða fyri, at Landssjúkrahúsið ikki verður yvirtikið av nøkrum farsóttar-sjúklingum, sum ikki eru til (???)

Man skuldi trúð, um júst lendur her á landi, at vit her tosa um eina sjúku, sum ger, at tú so steindoyrt á staðnum, ella við 'tilbakarvirkandi' kraft, fært tú hana... tí onkur dryppspýtir á teg ella fingererast óneyðuga nógv ella longi uppi í tær.

Onki, for tramin, onki!, er meiri ónatúrligt og ger so nógvan skaða sum júst frástøða, og so hasi forpulaðu bindini, sum í síni fremmandagerð gera seg beint inn á okkara opinleika, ein apsaluttur aðaltáttur í fólkaræðinum.

(cue munnbindini eru tað bert medmenniskju, sum antin elska seg sjálvan eyka og órógvandi nógv, ella vilja flasha, hvussu góð og røtt, tey eru, altso aktandi tey eru, ið gera sær dælt av hesum bindum. ivaleyst eisini eitt fashion-statement hjá óupplýstum ungfólki.)

Vit kunnu ikki eingong fara út um kvøldarnar longur, ein vínara her og konjakk har, ella ein All In-jægerbom býartúr - tí ein óvaldur landslækni og fúti siga so; at so býarlív, alt sum tað er, hevur selt seg til somu myndugleikar og fíggjað av tær og mær fyri ikki at hava opið, ger alt bara tað meiri flott.

Tað er ræðuligt at uppliva, at tá ið onkur loksins fær seg sjálvan at smíla í hesum bedrøviligu døgum, síggja vit tað ikki eingong.

At fáa at vita, hvussu tætt tú kanst vera at øðrum menniskjum, ella hvønn eg kann vera við, hvønn ikki, hvar eg kann vera, hvar ikki og hvussu nógvum eg kann vera við, er ikki menniskjaligt.

Okkum tørvar kontakt og 'mikro-úttrykk'.

Lívið eigur at vera nakað, ið, um ikki annað, ber á brá av einum ævintýri.

Men tilmælisfólkini vilja, at tað skal vera risikofrítt og eitt hypokondarasligt baks.

Teirra nýggi New Normal er dehumaniserandi og ein fullvegis fjákut yvirreaktión á tremur við ósamsvarandi angist og andstygd.

#sigiðnei

Agga Niclasen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo