Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tey flestu eldri fólk minnast væl Villa Magnussen, yvirlækna, sum stríddist ein stálsettan og heroiskan bardaga móti turberklum og heimføðisligum vaccinu-andstøðingum.

Hann bjargaði føroyingum undan tuberkla-vandanum við at krevja, at eingin maður slapp at mynstra við einum føroyskum skipi, uttan hann fyrst var blivin kannaður fyri tuberkla-smittu. 

Hevði maðurin smittandi tuberklar, slapp hann ikki umborð í nakað skip og varð nærmast tvangsinjnlagdur av heilsumyndugleikunum á sanatoriið í Hoydølum.

Hesa konsekventu og strongu strategi accepteraðu teir allarflestu føroyingar, longu í 1930´unum, sjálvt um tað eisini tá vóru nøkur heimføðislig tvørball, sum andøvdu  ímóti.

Henda obligatoriska tuberklaváttan var ikki hildin at vera annað enn ein stórur fyrimunur, sum skapti betri rásarúm fyri tey frísku.

Seinni fekk Villi Magnussen eisini vaccinerað teir allarflestu føroyingar móti turberklum.

Hetta mettu bæði politikarar og vanligir borgarar sum ein stóran sigur og eitt markant heilsu-framstig.

Støðan tá er rættiliga analog við coronu-lagið í dag.

Men nú herjar millum óupplýst fólk ein undarligur tvørur óvilji móti corona-vaccinatión, sum hóttar tað týðandi arbeiðið hjá núverandi heilsumyndugleikum.

Men hvat skuldi verið tann principielli munurin á einum corona-passi og eini tuberkla-váttan?

Fólk vóru eftir øllum at døma munandi meira búgvin og skilagóð í 1950´unum undir tuberkla-vaccinatiónini enn tey eru í dag undir corona-vaccineringini.

Tey høvdu samfelags-sinni og ábyrgdarkenslu fyri fjøldini.

Eftir mínum tykki hevur Villi Magnussen uppiborið eina risastóra standmynd framum nógv onnur, sum hava fingið ein skulptur.

Hann bardist ótroyttiliga móti fávitsku, heimføðisskapi og obstruktión.  

Virgar T Dalsgaard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo