Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Runavíkar kommuna: Heilsumálaráðharrin, stjórin á Klaksvíkar sjúkrahúsi og borgarstjórin í Runavíkar kommunu hava í vikuskiftinum og síðani samskift um møguleikan fyri at gera COVID-19 kanningar í Eysturoy.

Samsvarandi hesum er nú avrátt, at Klaksvíkar sjúkrahús, í samstarvi við Runavíkar kommunu, skipar eina interimistiska kanningarstovu í Skótahúsinum við Løkin í hesi vikuni, og møguliga í næstu viku við, skuldi tørvur verið á hesum.

Tørvur er ikki á ávísing frá lækna fyri at verða kannaður, í hesum førinum snýr tað seg um ”støkk inn kanningar”, sum hesar verða róptar í Heilsuverkinum.

Viðvíkjandi ferðslu og parkering tekur Vegadeildin hjá kommununi sær av hesum, og á kortinum sæst, at møguligt er at seta akførini við Barnagarðin á Mýrunum, Skótahúsið við Løkin og omanfyri Skýlið og Bylgjuna – við fótbóltsvøllin. Starvsfólk hjá Vegadeildina skipað ferðsluna og parkeringina.

Í hesari vikuni er kanningarstovan í Skótahúsinum opin hesar dagar og tíðir:

Mikudagin                (12.08.20)                 kl. 14 – 17

Hósdagin                  (13.08.20)                 kl. 14 – 17

Øll, sum framvegis standa í bíðirøðini kl. 17, báðar dagarnar, verða eisini kannað tann dagin.

Øll hava møguleika fyri at verða kannað, og kanningarnar eru ókeypis fyri teir borgarar sum brúka møguleikan.

ES: Møguligar broytingar verða fráboðaðar skjótast gjørligt, og til ber at kunna seg meiri um málið á Facebook-síðuni hjá Klaksvíkar sjúkrahúsi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo