Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Fyrst takk til okkara heilsurøktarfólk, nasa- og hálspotarar, pirkarar, læknar o. o., ið hava ansað okkum føroyingum so væl hesi farnu næstan 2 árini.

Síðan kommunistisku devlarnir í Beijing sleptu COVID-19 út um heim, og Dr. Tedros í WHO, Dr. Fauci hjá CDC í USA o.o. hava logið so illa um sjúkuna, hevur hon nú dripið líka nógv fólk sum Holocaust, ið tók Adolf heili 6 ár.

Vit føroyingar eru slopnir stak lætt við bert 10% mannfalli lutfalsliga sum miðal av londum í Evropa og USA.

Eini 13 fólk eru nú deyð her við Corona. Tað svarar til gott 200 fólk pr. 1 mió íbúgvar, men fleiri evropisk lond og USA liggja ímillum 2 og 3 túsund pr 1 mió.

Bert hendinga lond í heiminum, t.m. Danmark, hava lutfalsliga testað so nógv fólk sum Føroyar! Tað man hava hildið sjúku- og deyðstølunum niðri.

Eisini takk til samgongu og politikarar fyri, at tey ikki hava lamt okkara fólkalív og búskap so illa sum onnur lond. Løgmaður hevur staðið sum drangur í dyningi ímóti øllum royndum at leypa øði í fjøldina við strongum stongsli.

Miðlarnir hava verið sinniligir. Men KvF kundi havt eyðlýst betur, hvat COVID veruliga er. Hóast KvF fíggjarliga er 90% tíðindamonopol, hevur Sortudíki toygt tey somu 10-15 fólkini í hvørjari lykkju, mest frøðingar í tí ‘covidianska elstaráðnum.’

Tá um politikk og samfelagsmál ræður, er KvF aftur her sum ein steðgað klokka við báðum vísarum vinstrumegin kl. 12. Øll sjónarmið eru bannlýst høgrumegin 12, har ið ein helvt av teim, ið gjalda KvF-gjald, eru politiskt.

(Men sjálvt ein brotin klokka er røtt 2 ferðir um samdøgrið).

Vit hava havt Delta og vænta 5. bylgjuna, Omicron. Nú hoyrast tíverri aftur røddir um stongsul og avbyrging eftir einum ‘ferðsluljósi’, hóast heimsins hagtøl prógva, at ein rundkoyring slúkar bilum 40% skjótari enn ljóskurvar.

Búnir føroyingar eru tolnir og hava aktað tilmælini væl við góðum úrsliti. Men mong óttast ‘apartheid’ við 1. og 2. floks borgarum alt eftir, um fólk vilja ella nokta, at politiski myndugleikin skal ráða syntetiskt og kemikalt yvir teirra kroppi. Tey halda, at tá verða teirra mannarættindi gingin dekan ov nær.

Alt bendir á, at eisini fólk eftir 3 prik kunnu smitta onnur. 1000-tals læknar tvíhalda um, at pirkini forða fólki í at fáa náttúrligt órin sum tey, ið verða sjúk.

Eingin væntar gular stjørnum og goyggi sum “Halt! Ausweis. Schnell!” Men um alt Evropa mótmæla fólk stongsli, í Eysturríki enntá stuðlað av løgregluni.

Tey mest COVID-stongu londini í Evropa hava flest deyðsoffur og mest løstaðar búskapir, UK, Spania, Italia, Belgia, Holland og alt Eysturevropa.

USA er ræðandi dømi um tvíbýtt land. Har eru ‘reyðir’ (kons. Rep.) statir uttan harraboð um prik, stongsul og múlabind slopnir lættast undan COVID-sjúku og deyðstølum. (Múlabind virkar sum at fanga mýggj við seyðahegni).

Teir ‘bláu’ (sosial. Dem.) statirnir Í USA við politiskt áløgdum prikum, Covid-passi og upp í 3-dupultar munnblæður, mismuni, forfylging og uppsøgnum enntá av heilsuansarum, løgreglu-, eldsløkki-, flutnings- og flúgvistarvsfólki, eru harðast raktir statir við vanlukku úrslitum fyri livikor, heilsurøkt og búskap.

Gloym ikki, at COVID-panikkporno hjá 90% monopolmiðlunum í USA gjørdi, at Biden og Dems kundu svika til forseta- og kongressvalini í 2020 við mió ‘brævatkvøðum’ avgreiddum gjøgnum almenna US Mail uttan avsendarar.

COVID-sjúkan er ein skitta smitta. Men vit tosa ikki um Sponsku sjúku 1919-22, ið kostaði yvir 50 mió mannalív kring heimin, og als ikki um Svartadeyða (herjaði fleiri ferðir eftir 1343), ið drap 30-40% av øllum evropearum.

Føroyingar eru spardir higartil við nógv færri tilburðum og deyðsføllum enn lond flest. COVID-19 hevur rakt undir 2% av heimsins íbúgvum og dripið undir 0,1% av okkum 8 mia fólk á jørðini.

‘Vi skal jo alle dø...’ kvøða vit. Einir 300 føroyingar, eini 2% av fólkatalinum fara í Harrans hendur hvørt ár, yvir 80 ára gomul í miðal,.

13 deyð í 2 ár við (og helst ikki av) COVID er undir 0,025%(!) av føroyingum.

Man ikki mangur um miðal livialdur við ellisbrekum, ovurfiti ella við D-vitamin troti heldur vilja verða tikin upp í dýrdina uttan at verða kvald av krúnukrími?

Lat okkum tí liva og virka sum higartil í sátt, sóma og vanligum viti og skili.

Vit livdu 65 ár í miðal, tá Asiatiska krímið herjaði í 1957 og beindi fyri nøkrum tá gomlum og veikum. Bert 20 av 200 bodnum gestum komu í eitt brúdleyp tá.

Vit torgaðu 70 ár í miðal livialdri, tá herviliga Hong Kong krímið leikaði í 1968 og gjørdi av við nøkur tá gomul og veik. Vit gomlu minnast bæði beinkrímini.

Síðan tá hava læknavísindini (les: kapitalisman) í Vestanlondum lyft okkum upp um 80 ára miðal livialdur. Vit eru tískil náttúrliga veikari og hildin uppi við heilivági, betri heilsu og góðari heilsurøkt, tíbetur.

Vit gera sjálvsagt okkara ítasta nú fyri at verja okkara gomlu og veiku ímóti hesum dekans Wuhan-krími av Omicron-slagnum, so at eisini tað fer aftur við borðinum, og so at okkara mest ábæru og kæru liva upp í 80 ár og longur takkað verið okkara medisinvísindum og heilsuverki.

Óli Breckmann

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo