Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Í morgin kemur málið um, at føroyingar, ið ynskja tað, skulu kunnu fáa cpr-nummar frá ríkisumboðnum fyri á fólkatingi.

Eg fái ikki verið við til viðgerðina, men havi boðað frá, at eg taki undir við tí.

Orsøkin er hendan:

Millum tey mongu, sum gjøgnum árini hava vent sær til Javnaðarflokkin á Fólkatingi, hava sera nógv havt trupulleikar av, at tey ikki hava havt danskt cpr-nummar. Tað hevur verið størsta einstaka orsøk til tær ‘marknaðforðingar’, sum hava gjørt gerandisdagin hjá nógvum óneyðuga truplan.

Tey ringast raktu vóru ofta eldri sjúklingar, sum skuldu til Danmarkar at hava viðgerð við krabba ella aðra sjúku, og høvdu tørv á hesum ólukku cpr-nummarinum. At tey máttu stríðast við hetta eisini, var sum steinur oman á byrðu hjá teimum.

Tí skrivaði táverandi løgmaður, Aksel Johannesen, í samráð við meg í 2016 eitt bræv til donsku stjórnina við áheitan um fáa ein dialog um málið.

Stjórnin vendi aftur við einum uppskotið. Tað bleiv sent til landsstýriskvinnuna, sum varðaði av málinum. Men har kom einki svar.

Javnaðarflokkurin var ikki nøgdur við uppskotið frá donsku stjórnin, sum var, at føroyskar kommunur skuldu kunna útflýggja donsk cpr-nummur. At føroyskir myndugleikar skuldu umsita eina danska skipan, hildu vit ikki vera rætt.

Men í staðin fyri at melda aftur, ignoreraði landsstýriskvinnan uppskotið. Tað gjørdist greitt, tá eg tvey ár seinni spurdi forsætisráðharran, hvar málið stóð. Tá skeyt eg beinleiðis upp ta skipan, sum nú verður sett í verk: At ríkisumboðið, sum jú er ein danskur stovnur, fær heimild at útflýggja hesini tølini (sí video).

Seinni bleiv so ein ‘lappaloysn’ funnin, sum gjørdi, at m.a. heilsuverkið kundi lata fólki ‘umsitingarlig’ cpr-nummur. Men tað er ikki optimalt, tí tað er ikki fyri øll.

Tann loysn, sum nú verður sett í verk, er nógv smidligari. Og hon fer at lætta munandi um gerandisdagin hjá nógvum fólkum.

Hví bleiv hon so ikki sett í verk í farna valskeiði?

Orsøkin var ikki atlit til sjúklingar, studentar og øll hini, sum høvdu tørv á hesum. Orsøkin var, at ein ávís politisk ideologi var í vegin. Júst sum tá tað nógv umrødda tilboðið frá Novo Nordisk-grunninum bleiv tagt burtur.

Sitandi landsstýrið ger nógv skeivt – men tað er gott at hetta málið bleiv tikið upp og verðir loyst soleiðis, sum tað skuldi verið loyst í farna valskeiði.

Einki við okkara egna, talgilda samleika at gera
Tann stórsligna verkætlanin at skapa okkara egna talgilda samleika og signatur er nú heilt undir landi. Javnaðarflokkurin stuðlar hesum fult og heilt.

Summi tykjast halda, at tað er ein andsøgn millum okkara egnu, føroysku loysn øðrumegin – og so hetta við cpr-nummarinum hinumegin.

Tað er heilt misskilt. Føroyska loysnin er fyri allar føroyingar. Cpr-nummarið kemur á ongan hátt í staðin fyri tað. Tað snýr seg bara um, at tey, sum hava tørv á cpr-nummarinum, kunnu fáa tað á ein smidligan hátt. Lívið hjá nøkrum føroyingum – ikki minst sjúklingum – verður eitt sindur lættari.

Sjúrður Skaale

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo