Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Tað er nú greitt, at portugisiska stjørnan í Real Madrid Cristiano Ronaldo hevur vunnið Ballon d´Or, skriva altjóða miðlar í kvøld.

Hetta er annað árið á rað, hann vinnur hendan heiðurin, og fimtu ferð í alt.

Argentinski Lionel Messi frá FC Barcelona, sum eisini hevur vunnið hendan heiðurin fimm ferðir í alt, og brasilianski Neymar frá PSG endaðu á einum ávikavist 2. og 3. plássi í ársins útgávu av Ballon d´Or atkvøðugreiðsluni.

Vinnarin verður kosin eftir eina atkvøðugreiðslu ímillum fótbóltsjournalistar.

Tað er fótbóltsblaðið France Football, sum stendur fyri kjósingini.

32 ára gamli Cristiano Ronaldo vann La Liga og Champions League við Real Madrid í ár. Harundir skjeyt hann tvey mál í 4-1 sigrinum á Juventus í Champions League finaluni.

Cristiano hevur áður vunnið Ballon d´Or í 2008, 2013, 2014 og í 2016.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo