Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Tað er nú bara ein spurningur um tíð, áðrenn 19-ára gamla stjørnuskotið hjá Ajax Amsterdam, Matthijs de Ligt skrivar undir fyri italska stórfelagið Juventus.

Hetta skrivar Daily Mail.

De Ligt hevur spælt 117 dystir og skotið 13 mál fyri Ajax Amsterdam, síðan hann kom á liðið í 2016, og í fjør gjørdist hann liðskipari á liðnum.

Hann var ímillum avgjørdu lyklaleikararnar á liðnum hjá Ajax Amsterdam, sum fyrr í ár leikti seg heilt í hálvfinaluna í Champions League.

Nógv feløg - harímillum FC Barcelona, Paris Saint-Germain, Manchester United og Liverpool - hava sum vera man verið sera áhugað í at tryggja sær undirskriftina hjá unga niðurlendinginum, men nú sær altso út til, at hann flytir til Torino.

Daily Mail skrivar, at Cristiano Ronaldo hevur havt ein sera stóran leiklut í tilgongdini at fáa de Ligt at skifta til "ta gomlu damuna".

Sambært BBC hevur Ajax Amsterdam váttað, at de Ligt ikki er við liðnum á venjingarlegu í Eysturríki, tí at hann bíðar eftir einum møguligum skifti.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo