Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Umhvørvisstovan: Topografiska kortið, sum er tøkt á kortal.fo, er nú dagført við bygningum og vegum. Haraftrat eru nú eisini hagagøtur, varðar, hamrar og gjáir við á kortinum. Somuleiðis hevur kortið nú fingið nýtt snið.

Tað var í 2019 at Føroyar yvirtóku kortleggingina á landi. Nýggjasta kortið tá var fjórða útgávan (Útgáva 4.0) av topografiska kortinum, sum var framleidd av SDFE (Styrelsen for Dataforsyning og Effektivisering) í Danmark úr fylgisveinamyndum frá 2015. Kortið var einans talgilt og ikki prentað í lutfallinum 1:20.000, sum áður hevur verið vanligt við eldri útgávunum.

Seinastu mánaðirnar hevur Umhvørvisstovan arbeitt við at betra um og dagføra kortið, sum nú er útkomið í útgávu 4.8.

Fyri at gera tað lættari at síggja ymisku upplýsingarnar á kortinum, so sum staðarnøvn og lendissløg, er sniðið eisini broytt. Teknlýsing sæst á Føroyakort:

www.foroyakort.fo/um-foroyakort/teknlysingar/

Ætlanin við nýggja sniðinum er eisini at fáa kortið at virka meira dynamiskt á netinum, so kortið kann vísast í ymsum støddum.

Her eru nøkur dømi um broytingar, sum higartil eru gjørdar:

  • Varðar og hagagøtur eru nú við á kortinum
  • Hamrar og gjáir eru nú við á kortinum
  • Bygningar verða nú støðugt dagførdir úr bygningsskránni hjá Umhvørvisstovuni
  • Vegir verða nú støðugt dagførdir úr vegaskránni hjá Umhvørvisstovuni eins og nýggj flokking er gjørd
  • Vindmyllur og luftleiðingar verða nú heintaðar frá dagførdum keldum
  • Tyrlupallar eru dagførdir

Arbeitt verður framhaldandi við at betra og dagføra kortið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo