Tað ber ikki til at vanvirða fjøldina og samstundis brellast eftir tokka hennara
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Smittustøðan og stóra ógreiðan um útlitini hevur við sær, at avgerð er tikin um at steingja allar dagstovnarnar í kommununi fyribils fram til 17. august.

Fleiri av dagstovnunum eru longu raktir av smittu í starvsfólkahópinum og millum foreldur. Kommunan metir neyðugt at taka hesi atlit við verandi smittustøðu.

Neyðansing
Frá týsdegnum 11. august fer kommunan tó at hava ein ella tveir stovnar opnar til neyðansing. Støða verður tikin til, hvørjir stovnar kunnu hava opið. Børn í neyðansing koma sostatt í flestum førum ikki at vera á teirra vanliga stovni.

Talan verður bert um tørv, sum er at meta sum alneyðugur til tess at hava týðandi funktiónir í gongd innan heilsuverkið, eldraøkið, almannaverkið og tilbúgving.

Til ber at melda til á bornogung@torshavn.fo, har upplýst navn og føðingardag hjá á barni, navn á dagstovni, ið barnið er á, og grundgeving fyri tørvi á neyðansing.

Kommunan tekur í hvørjum einstøkum føri avgerð um, hvør tørvur verður mettur alneyðugur at fáa barnið í ansing.

Starvsfólk, sum skulu til arbeiðis á dagstovni í næstu viku, verða testað.

Heitt verður inniliga á øll foreldur um at hava børnini heima.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo