Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Dagstovnarnir í Tórshavnar kommunu fara eftir ætlan at lata varisliga uppaftur mánadagin 17. august 2020 vanligu upplatingartíðirnar. Frítíðarskúlarnir lata eisini upp samstundis sum skúlarnir týsdagin 18. august 2020, og ungdómstilboðini fara eisini at byrja aftur.

Koronaráðgevingin metir ráðiligt at lata uppaftur í komandi viku samsvarandi teimum vegleiðingum frá Koronaráðgevingini, sum dagstovnaøkið virkaði eftir áðrenn summarfrítíðina, sí leinki niðanfyri.

Kommunan hevur í hesum sambandi skipað fyri kanningum av starvsfólkunum til tess at geva størst møguliga trygd fyri, at starvsfólkini ikki hava koronasmittu, nú stovnarnir lata uppaftur.

Fyrireikað verður eisini skipan, har starvsfólk á dagstovnaøkinum regluliga kunnu lata seg kanna komandi tíðina.

Ávísir stovnar kunnu verða noyddir at hava skert virksemi eitt nú um starvsfólk ikki eru tøk vegna sóttarhald. Um so er, fáa foreldur boð um tað frá avvarðandi dagstovni.

Kommunan fylgir neyvt við, hvørjar heilsufakligar tilráðingar eru, og neyðug tiltøk verða sett í verk út frá hesum. Sum omanfyri nevnt verður virksemið á stovnunum skipað eftir galdandi tilmælum frá Koronaráðgevingini.

Kunning um vegleiðing frá Koronaráðgevingini, tilmæli og góð ráð um smittufyribyrging fáast her:

-        Góð ráð til foreldur at børnum, sum byrja aftur á stovni: les her

-        Vegleiðing fyri upplating av dagstovnunum:  les her

-        Vegleiðing til upplating av skúlum og frítíðartilboðum: les her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo