Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Tórshavnar kommuna: 17. oktober vóru 30 ár liðin, síðan tey fyrstu børnini byrjaðu á Dagstovninum á Argjum. Stovnurin var upprunaliga sjálvsognarstovnur, tá stovnurin lat upp í 1988 í táverandi Argja kommunu. Tá vóru fýra stovur, ein vøggustova og tríggjar barnagarðsstovur. Í dag hevur stovnurin seks stovur, tvær vøggustovur, tríggjar barnagarðsstovur og eina stovu fyri tey seks ára gomlu.

Á Dagstovninum á Argjum starvast 23 fólk. Tvey av starvsfólkunum hava verið í starvi í ávikavist 28 og 29 ár, og hartil hava fleiri av starvsfólkunum verið í starvi í yvir 10 ár.

Dagurin verður hildin hósdagin 25. oktober, tá Dagstovnurin hevur opið hús. Børn, foreldur og onnur, sum á einhvønn hátt hava tilknýti til stovnin, eru hjartaliga vælkomin á gátt hendan dagin

Á skránni verður ymiskt undirhald, og høvi verður at fáa sær ein drekkamunn við onkrum góðum afturvið.

Skráin fyri 30 ára dagin:

Kl. 15:30 Irena bjóðar vælkomin og borgarstjórin Annika Olsen heldur røðu
Kl. 15:40 Drekkamunnur
Kl. 16:10 Familjan Petersen undirheldur
Kl. 16:15 Rógvi undirheldur
Kl. 16:30 Guðrið, Fróði og Bjarki syngja og spæla
Kl. 17:00 Liðugt

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo