Um tú ert ein av teimum sum heldur, at pengar ikki eru eydnan, so kann eg vissa teg um, at tær hevði dámað fátækradømi enn minni
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Í dag var stór móttøka í samband við at Dagstovnurin á Landavegnum broytir navn til "Dagstovnurin Hans Andrias Djurhuus".

Við hesum hevur skald okkara, Hans Andrias Djurhuus, ikki bert fingið eitt gøtunavn í stóra skúlaøkinum á Fløtum, men nú hevur hann eisini lagt navn til hendan dagstovnin.

Eitt ógvuliga hóskandi navn, tí Hans Andrias Djurhuus var ikki bara lærari – hann varð kallaður “Føroya kærasta fólkaskald”. Hann var ein barnsins og fólksins vinur.

Við hesum gerst Hans Andrias Djurhuus ein livandi partur av stovnssamleikanum og tí námsfrøðiliga arbeiðinum á hesum stovni, sum eisini heilt víst fer at verða til fyrimyndar fyri onnur.

Nógv fólk var komið saman til hátíðarhaldið, og bæði starvsfólk, foreldur og børn vóru spent. Heðin Mortensen, borgarstjóri og Annfinn Brekkstein, formaður í Mentanarnevndini, vóru við til hátíðarhaldið, og fingu teir heiðurin, at avdúka nýggja stovnsnavnið, nýggja búmerki og nýggju nøvnini á stovunum.

Allar stovurnar á stovninum vórðu navngivnar, við íblástri úr kendum barnarímum og sangum eftir Hans Andrias Djurhuus:

Snjósóljan broytir navn til “Marinarstova” (Lítla Marin fekk frá mammu síni)

Gullsóljan broytir navn til “Klæmintsstova” (Veturin kom við kulda og kava)

Tjarnarsóljan broytir navn til “Elsustova” (Lítla Elsa fekk frá mammu síni eina dukku)

Dreymsóljan broytir navn til “Onnustova” (Drívur døgg um døkka grund)

Sóljan broytir navn til “Glæman” (Meg minnist eina mynd)

Miðrúmið eitur framyvir "Bábylon" (Kongaríki í Bábylon)

Og starvsfólkarúmið eitur "Áarstova", uppkallað eftir barnaheiminum hjá Hans Andriasi.

Tað er Sasho Bjartsson sum hevur sniðgivið nýggja búmerkið.

Myndir: Ólavur Frederiksen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo