Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Hetta er annars tann uppfatanin, sum Føroyingar vanliga hava av Carl Emil Dahlerup, sum var amtmaður í Føroyum árina 1849 til 1861. Føroyingar hava lítið gott at siga um hendan amtmannin, uttan tað, at tað var hann, sum í síni tíð kom við haruni til Føroya. 

Men hesari lýsingini av Dahlerup er Charlotte Langkilde ikki samd við.

Í kvøld  Kl. 19:30 fer hon at halda fyrilestur á Fróðskaparsetrinum um hendan undrunarsama mannin.

Fyrilesturin verður í Sjóvinnuhúsinum í gomlu saltsiloin á Vestara Bryggja. Tað sum í dag verður nevnt Kongshøll.

Fyrilesturin byggir á nýútkomnu bókina; "Færøerne - En moderne nation fødes”, sum  Charlotte Langkilde nýliga hevur skrivað. 

Um fyrilesturin sigur Charlotte Langkilde: ”Danmark og Færøerne har delt skæbne i mere end 600 år. Her fortælles historien om den dramatiske tid for rigsfællesskabet, da Færøerne på kort tid blev forvandlet fra et nærmest middelalderligt samfund til begyndelsen på den moderne nation, vi kender i dag. I centrum af dette arbejde stod den danske amtmand Carl Emil Dahlerup, der kom til Færøerne direkte fra den grundlovgivende forsamling i 1849. Hen over de næste ti år lykkedes det ved fælles indsats i det lille samfund og i samarbejde med den danske regering at få gennemført de store reformer, der havde ladet vente på sig i årtier.

Forandringerne medførte dramatiske konfrontationer, i takt med at gamle magtbaser stod for fald. Her fortælles historien, som ofte går imod de myter, der er fortalt gennem generationer om det danske herredømme på Færøerne”.

Fyrilesturin er almennur, og øll eru hjartaliga vælkomin.

Fyrilesturin verður eisini stroymdur, og til ber at fylgja við á heimasíðuni hjá Setrinum “Setur.fo”

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo