Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

07 Vestur: Daniel Obbekjær, sum í 2019 og 20 spældi nakrar Superliga-dystir í OB flytir til 07 Vestur, eftir at hava roynt seg í York United FC í bestu kanadisku deildini.

19-ára gamli miðverjin fekk longu sínar fyrstu minuttir fyri OB í Superliguni sum bert 16-ára gamal. Síðan bleiv hann útleigaður til SPAL, sum spæla í Seriu B í Italia, áðrenn hann flutti til fremstu deildina í Kanada. Hann hevur eisini umboðað donsku U16, U17, U18 og U19-landsliðini.

Daniel er komin til Føroyar og er byrjaður at venja við 07 Vestur. Flytingargluggin letur upp mikudagin, so hann verður væntandi klárur at leggja til brots fyri liðið hjá Michael Schjønberg longu sunnudagin, tá 07 Vestur fær vitjan av AB.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo