Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Tórshavnar kommuna: Í gjár fylti Daniella Olsen 104 ár. Hon er næstelsta fólk í Tórshavnar kommunu og er kend sum eitt skilafólk, ein vitug og upplýst kvinna.

Seinnapartin í gjár helt hon føðingardag í Traðarlon á Boðanesheiminum fyri familju, vinum og kenningum. Gunvør Balle, varaborgarstjóri og forkvinna í mentamálanevnd Tórshavnar Býráðs, var eisini framvið við eini heilsan frá Tórshavnar kommunu.

Áhugin fyri mentan og bókmentum hevur fylgt Daniellu alt lívið. Hon hevur greiðar meiningar um tað mesta - og sigur eisini sína avgjørdu meining um fótbólt. 90 ára føðingardagin helt hon á Laugardalsvøllinum í Reykjavík, tá ið Føroyar leiktu á útivølli móti Íslandi.

Hon var væl fyri og prátingarsom í dag og segði, at eisini fríggjakvøldið fer hon at fylgja við, tá ið Føroyar og Sveis bresta saman á Tórsvølli.

Daniella varð fødd tann 7. juni 1913. Hóast tað ikki var uttan stríð, gjørdist hon cand.mag í týskum og enskum í 1954. Og sostatt gjørdist hon ein av okkara fyrstu kvinnuligu akademikarum.

Best hava vit kent hana sum lærarinnu.

Og tey, sum ikki kendu Daniellu frammanundan, tey hoyrdu um hana, tá ið hon av sínum eintingum lat Sands kommunu eitt bókasavn, stutt eftir at Sofus Olsen hevði givið bygdini eitt listasavn.

Hóast tilknýtið og kærleikan til Sands bygd og Sandoynna, er Daniella ein býarmynd í Havn.

Mong minnast hana við brúnu skúlataskuni í hondini. Eisini á knallert.

Hon var lærari á Tekniska skúla í Havn longu frá 1957 og í Realskúlanum frá 1959 - og frá 1964 var hon lærari á Studentaskúlanum.

Mong hava havt gleði av henni á Kvøldskúlanum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo