Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Danska stjórnin hevur kunngjørt ein hjálparpakka til heilsuverkið uppá eina milliard krónur.

Pengarnir skulu brúkast til at fáa heilsuverkið ígjøgnum tað, sum politikararnir kalal ein truplan vetur.

Pengarnir eru eittnú markaðir til at halda fast í verandi heilsstarvsfólkum, teir skulu styrkja um virksemið á sjúkrahúsunum, til gangs fyri sjúklingar og starvsfólk og allir starvsfólkabólkar skulu hava burturav.

Gjørt verður vart við, at talan er ikki um eina varandi lønarhækking, men eina skipan, sum skal gera tað meira hugaligt at arbeiða í eini truplari tíð.

Ein áseting er eisini, at heilsustarvsfólk, sum eru farin frá við eftirløn, kunnu koma aftur til arbeiðis uttan at missa pensjónina. Og málsviðgerðin hjá útlendingum, sum vilja koma itl Danmarkar at arbeiða, skal styttast munandi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo