At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Ein dómstólur í London hevur víst frá sær málið sum danskir myndugleikar hava lagt ímóti fleiri fólkum og feløgum, sum skulu hava svikað við endurgjaldi fyri vinningsbýtisskatt.

Talan er um eitt stórt mál, sum byrðjaði í 2015, og sum higartil hevur kostað donsku skattgjaldarunum eina milliard krónur umframt pengarnar, sum svikað er fyri - tað er nærum 13 milliardir krónur.

Tað undrar donsku skattamyndugleikarnar, at rætturin í London hevur víst málinum frá sær, ikki minni tí rættarskipanin í USA hevur gjørt av at taka málið upp.

Høvuðsbrotsmaðurin skal vera bretski ríkisborgarin Sanjay Shah (myndin) og fyritøka hansara Solo Capital við heimstaði í London.

Í stuttum hendi svikið soleiðis, at íleggjarar uttanfyri Danmark søktu donsku skattamyndugleikarnar um endurgjald fyri goldnan vinningsbýtisskatt. Danir rindaðu í áravís, uttan at kanna, um tað veruliga passaði at skatturin var goldin. Tá svikið varð avdúkað bleiv gjørt upp, at svikað helst er fyri yvir 13 milliardir krónur, og 545 fólk og feløg í USA, Bretlandi, Dubai, Malaysia, Kanada og Danmark eru stevnd.

At rætturin í London hevur víst málinum frá sær er eitt skot fyri bógvin hjá donskum skattamyndugleikum, men danskir politikarar eru allir á einum máli um, at avgerðin skal kærast.

- Tað er ongin onnur gongd leið. Hesi fólkini mugu fáast at skilja, at tey ikki bara kunnu stjala okkara pengar, uttan at vit koma eftir teimum, sum ein teirra, Rune Lund frá Eindarlistanum sigur við Jyllandspostin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo