Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Síggi í álitinum frá meirilutanum í fíggjarnevndini, at tey skjóta upp á játta 2,9 milliónir krónur til ein danskan rúsevnaviðgerðarstovn, ið nevnist Novavi.

Vit hava frammanundan tríggjar føroyskar viðgerðarstovnar, sum slítast um tær fáu krónurnar, ið vanliga verða játtaðar til rúsdrekka- og rúsevnaviðgerð í Føroyum.

Eg haldi, tað hevði klætt landsins fólkavaldu betur, um teir uppraðfestu tey trý verandi tilboðini við hesum 2,9 milliónum krónunum og nakað væl afturat, so tey væl og virðiliga kundu nøkta tørvin.

Tað kunnu tey ikki í dag. Teir kunnu bara í minni mát veita ambulanta viðgerð, og eftirviðgerð og familjuviðgerð kundi verið munandi uppraðfest.

Eisini tørvar teimum pening at uppskúla starvsfólkini, so tey fáa uppaftur betri førleikar at viðgera, og so stovnarnir kunnu liva upp til herdu lógarkrøvini um útbúnar viðgerðar.

Taka vit Heilbrigdi á Velbastað, sum eg kenni mest til, so manglar i denn grad eisini eitt útslúsingarstað til fólk, sum hava verið í viðgerð, og tørva eina bleyta millumlending á veg út í samfelagið aftur. Heilbrigdi er ein viðgerðarstovnur, ið viðger eftir Minnesota-skránni, og aðrastaðni eru útslúsingarstovnar, sonevnd half-way-hús, ein integreraður partur av minnesotaviðgerðini. Men tað eru ikki ráð til her.

Eg ivist ikki í, at hinir báðir viðgerðarstovnarnir, Frælsi og Blákrossheimið, eisini hava brúk fyri meira pengum at hava nøktandi tilboð.

Men nú skal ein nýggjur danskur stovnur trokast inn á fíggjarlógina at tjena pening upp á føroyska misnýtslu.

Eg vil heita á alt Løgtingið um at halda eitt vakið eyga við hesum og heldur uppraðfestra okkara útmerkaðu føroysku tilboð.

Ingolf S. Olsen
Sørvági

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo