Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Donsk og svensk bløð skriva í kvøld, at filmurin The Danish Girl er bannaður í seks londum í Miðeystri. Londini eru Katar, Kuvait, Oman, Barain, Sameindu  Emirríkini og Jordan.

Tað er hin kendi leikstjórin Tom Hooper, ið hevur gjørt filmin, sum hevur svensku Aliciu Vikander og Eddie Redmayne í høvuðsleiklutunum.

Tey eru bæði í uppskoti at vinna Oscarvirðislønir fyri avrikini.

Filmurin sigur søguna um heimsins fyrsta mann, danska Einar Wegener, sum eftir skurðviðgerð bleiv til kvinnu. Hann doyði stutt eftir viðgerðina.

Filmurin The Danish Girl brýtur niður allan moral, siga tey seks londini, ið hava sett fullkomið bann at vísa filmin í teirra biohøllum. PACE, sum er parlamentariska Evroparáiðið, mótmælir avgerðini hjá teim seks londunum at banna film á henda hátt.

Danska Ekstrablaðið um bannaða filmin

Svenska Dagens Nyheter um filmsbannið í Miðeysturi
 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo