Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

- Alt fleiri velja siðbundnu jarðarferðina við kistu og gravstaði frá. Tey verða heldur kremerað og urnan jarðað í felags grøv. Ein orsøk kann vera, at fleiri kommunur hava gjørt gravstøðini so dýr, at onki vanligt fólk hevur ráð til tað.

Soleiðis skrivar Birgitte Ehrhardt, journalistur, í lesarabrævi í Jyllandspostinum. Hon gevur ilt av sær, tí gravstaðið, sum familjan í fleiri ættarlið hevur havt í Søllerød Kirkegård, í Rudersdal kommunu, nú er vorðið so hundadýrt, at hon av álvara noyðist at umhugsa, um hon skal endurnýggja avtaluna.

- Hetta hevur verið okkara stað í meira enn 70 ár. Her liggja omma, abbi, mamma og pápi, men nú gongur avtalan um skeytið út. Og tá eg spurdi meg fyri, hvat tað fór at kosta at endurnýggja hana, fekk eg upplýst, at tað kostaði 57.000 krónur at hava staðið í fimm ár og 115.000 krónur í 10 ár, skrivar hon og leggur afturat, at ein jarðarferð við kistu nú kostar 245.000 krónur. Tað er fimm ferðir meira enn tá pápin doyði fyri 18 árum síðani.

Hon sær fyri sær, at kirkjugarðarnir eru á veg í søguna. Og spyr í sama viðfangi, um teir ikki eru ein partur av mentanararvinum, eins og viðarlundir og søvn av ymiskum slagi, sum oftani fáa almennan stuðul.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo