Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Heystfagnaðarbólkurin: Í samband við tiltakið Heystfagnaður á Eiði, verður skipað fyri dansi eftir góðum gomlum leisti.

Tann 16. Oktobur er ætlanin, eins og man gjørdi fyrr, at samantvinna føroyskan og enskan dans, t.v.s. at tá spælarnir til enska dansin hvíla, verður farið at kvøða og dansa føroyskan dans.

Soleiðis er ætlanin at dansigólvið skiftivís verður karmur um enskan og føroyskan dans.

Tiltakið Heystfagnaður verður seinna vikuskifti í heystfrítíðini, t.v.s. frá 15. okt til 18. okt. Nógv spennandi er á skránni.

Skráin kann lesast á heimasíðuni hjá Eiðis kommunu og verður eisini í sosialinum mikudagin, sum kemur í hvørt hús í landinum. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo