Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Stutt áðrenn nýggjár fekk Sø. Kommuna eitt skriv, við eini áheitan um ikki at bróta dansistovuna niður.

Heldur brúka nakað av peningi til at seta hana í stand. Tað eru nógv, umframt hesi sum stóðu sum avsendarir, ið heldur vilja hava at dansistovan verður sett í stand, enn brotin niður.

Fyri ein stóran part av fólkinum í bygdini, er hetta ein natúrligur partur av miðbygdini. Sjálvandi sær hon ikki gott út, sum hon stendur nú, men tað kann ein gera okkurt við.

Fær meirilutin av bygdarráðnum sín vilja, so verður Dansistovan tikin niður, og ein hugskotskapping skrivað út um hvat økið kann brúkast til. Hygga vit at kanningini hjá Preben Hansen, so sæst at byggningurin er verdur uml 3.000.000 í dag, keypsvirðið var 600.000 kr og sjálv kanningin kostaði uml 50.000. Harafturat kemur tinglysingargjald o.a. Skal so eisini planerast, ja, so er tað uml 4.000.000 fyri at fáa eina pena fløtu í miðbygdini, ein fermeturprís á uml 4600 kr (Økið er 862 fermetrar)

Sum skilst so verður ein roynd gjørd at fáa fólk at skriva undir uppá at varðveita dansistovuna, hesar undirskrivtir vera so handaðar Sørvágs Kommunu á fyrst komandi fundi. Vónandi vera tey væl móttikin hesaferð, og ikki beind á dyr aftur.

Rúni Nolsøe hevur skrivað eitt lesarabræv, ið sæst á lesarin.fo. Í stuttum sigur hann, at eitt hugskot hevði verðið at brotið sjálva biohøllina niður, og so sett “Wildvest-byggningin” í stand. Hetta kundi verðið ein góð loysn, tí so fáa tey “Niðurbrótandi” eitt sindur, og hini eitt sindur. Ein góð millumloysn.

Grundin til at eg eri ímóti at bróta Dansistovuna niður, er tí at har kemur onki ístaðin. Sjálv um ætlanir kunnu vera góðar, so er fremsta endamál hjá summum í bygdarráðum bara at fáa hana vekk. Eisini eru onnur sum vilja hava okkurt annað bygt har ístaðin. Eg vænti at tá man fyrst hevur fingið Dansistovuna vekk, og mann finnur útav at okkurt annað kostar t.d 10, 15 ella 20 millinónir, so sigur mann bara at tað hava vit ikki ráð til....

Vit gera eina útstykking nú, og mugu skjótt fara undir eina afturat, tí efturspurningurin er stórur eftur grundstykkum. Hartil eru vit í gongd við eina vøggustovu, og hava eisini í huganum at gera eina ítróttahøll.

Tí er tað ómøguligt at hugsa sær í nærmastu framtíð at nakað nýtt verður bygt har sum Dansistovan er í dag.

Mín vón og tilmæli skal tí vera, at ikki bróta nakað niður áðrenn ein borgarafundur og hugskotskapping hevur verið. Ongantíð betur, um ráðini frá Holgar Jacobsen í nýggjársrøðuni verða fylgd:

Nú hoyrist - og skilst á lagnum, at dansistovan í Sørvági skal rívast niður. Hetta haldi eg ikki, at eitt bygdarráð, ið situr á síðsta árið av síni setu skal avgera.

Jóhan F á Ørg, bygdarráðslimur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo