Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Málið um dansistovuna í Sørvági hevur verið fyri á fundi í Sørvágs kommunu, har Trivnaðarnevndin hevði eitt tilmæli. ( Les her )

Í tilmælinum stendur millum annað, at Trivnaðarnevndin mælir til at kommunan fer undir at gera neyðugar ábøtur á bygningin beinanvegin, við tí fyri eyga, at hann skal brúkast til mentanar- og upplivingardepil hjá borgarum í Sørvágs kommunu.

- Trivnaðarnevndin mælir til at vit hava ein bygdarfund i heyst, har vit saman við ráðgevum finna fram til eina felags visjón fyri húsið. Trivnaðarnevndin mælir til at seta og bera kostnaðin av eini leiðslu fyri húsið í tey fyrstu seks árini. Trivnaðarnevndin mælir til at settar verða árliga 500.000,- kr av komandi seks árini til dagføringar av húsinum.

Í viðmerkingunum til tilmæli verður millum annað sagt, at sum skilst er ikki meiriluti fyri at ríva dansistovuna niður!

- Vit kunnu steðga her og lata eitt komandi bygdarráð taka støðuna. Dansistovan verður helst standandi til ta tíð. Men vánaligt av okkum, hesum bygdarráðnum.

- Men! Fremsta orsøkin til at Dansistovan stendur sum hon stendur, er servitutturin, sum er álagdur hana, til bert at kunnu húsa tiltøkum av ávísum slag. Verður servitutturin avtikin fær- og fyrst tá - fær dansistovan tað virðið millum manna, sum tilstandsvurderingin hjá Preben Hansen talar um. Tí eigur og má servitutturin avtakast, líkamikið hvør — kommunan ella onnur — yvirtaka bygningin til brúkiligt endamál.

Á fundi 23. juni tók Fíggjarnevndin undir við tilmælinum hjá Trivnaðarnevndini.

Bygdarráðslimurin Sune Jacobsen vildi hava málið aftur í nevnd, men uppskotið fall og varð tí ikki beint aftur í nevnd, og ein meiriluti í bygdarráðnum tók undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini, tóat tað á heimasíðuni stendur, at hetta var eitt uppskot.

Fundarfrásøgnin sigur at enda, at Sune Jacobsen tók ikki undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini og meirlutanum í Fíggjarnevndini og hevði hesa viðmerking: Tað er óvanligt at binda eitt bygdarráð fleiri ár fram, uttan at hava nakra kostnaðarmeting og uttan at hava nakra ætlan.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo