Tá eg var 15, helt eg pápa vera ein dumman hund. Men hann hevur tikið seg nógv fram tey seinastu 10 árini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Tað er gleðiligt, at bygdaráðslimirnir nú eru komnir fram á torg at ”bekenna kulør”, hvat ið teir ynskja - og ikki ynskja - fyri Sørvágs Bio.

Hugskotini tróta ikki, og fevna frá øllum frá Ground Zero til eina nýggjan Bygdarráðsbygning við lítlum biografi.

Stuðulsbólkurin - og fleiri við okkum - hava bæði beinini væl plantaði á jørðini og ynskja bara at varðveita bygningin, og seta hann í stand.

Givið er, at skulu 3-4 arkitektar uppí leikin, so kemur hetta at kosta nógvar pengar.

Og so verður ikki pláss fyri eini ítróttarhøll. Við at brúka hasar 6 milliónirnar uppá húsið, hava vit eitt dagført bygdarhús, og spurningurin er heldur um vit hava ráð at lata vera.

Og so verður eisini pláss fyri ítróttarhøllini. Vit kunnu og mugu hava bæði.

Øll kunnu vera samd í, at soleiðis sum Sørvágs Bio sær út nú, er bygningurin eitt misprýði.

Men tá handverkarar hava skift takið og klædningin, og sett nýggj vindeygu í so hava vit eina perlu aftrat samlingini niðri á Stakka.

Eina perlu, har bygdarfólkið kunnu savnast til alskyns tiltøk, eins og hevur verið gjørt seinastu hálvthundrað árini.

Gamaní er hetta ikki ein arkitektoniskt perla, men minni kann eisini gera tað. Hetta er í Sørvági og ikki í Sidney ella í New York.

Tveir bygdarráðslimir hava borið fram, at onki ber til tí at har er ein klausulur á sum bert loyvir biografi og dansi. Møguliga vita tey ikki betur, men hetta er ”fake news”.

Klausulurin varð víðkaður í 2007, til eisini at umfevna matstovu og frítíðarviksemi.

Eisini varð viðmælt at skeinkiloyvi varð givið. Jákup Suni Lauritsen, táverðandi bygdaráðsformaður hevur skrivað undir.

Tey sum vilja hava prógv fyri tí, kunnu venda sær til Sørvágs Kommunu og spyrja eftir journal nr: 2007-0032-0004, so fæst sjón fyri søgn.

Ein seinasta áheitan á tykkum sum enn ikki hava skriva undir, so liggur listin Í PE og Løðuhandlinum, fram til mikudagin á middegi.

Thordis Skaalum, Eron Debes og Regin Davidsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo