At vera eydnuríkur er at hugsa rætt
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Ymiskt er, hvat upptekur fólk. Men at ein gamal, illa farin bygningur skal rudda kommunalu forsíðurnar, má merkja, at vit liva í sera góðum tíðum.

Men, sjálvandi, staðsetingin er ikki hvør sum helst, men sjálvur miðdepilin í bygdini – og eigur hetta at ávirka avgerðina, um brúk og bygningar í økinum.

Nú eri eg frá 1960, og tey, sum eru um mín aldur, minnast væl, tá skiftið kom í kommunalpolitikkin í Sørvági, fyri nú nøkrum áratíggjum síðani. Tá mann systematiskt byrjaði at hugsa um útsjónd og vakurleika, at gera økir liðug, at pynta um tað, sum var osfr.

Og at mann brúkti nakað av peningi, hvørja politiska setu, til hetta endamálið. At so ikki øll vóru samd um, hvussu tað skuldi síggja út, er sjálvsagt.

Men vit, sum minnast aftur til sjeytiárini, duga eisini at síggja sjónska munin á tá og nú. Tað kravdi pening – og tol!

Í sambandi við hesa skrivingina um dansistovuna, havi eg “tonkt nakrar tankar”. Rokni ikki við, at teir eru tann stóra kollveltingin, men her eru teir so allíkavæl.

1. Fyrst er tað hetta við nostalgiini. At nøkur – nakað nógv, kanska – minnast sínar ungdómsdagar í dansi ella biografi í dansistovuni.

Í sær sjálvum er tað jú í lagi, góð minnir er gott!

Men vit mugu ansa okkum, at nostalgiin ikki kemur tvørt fyri í nútíðar ætlanum hjá okkum her í bygdini, og harvið avmarkar møguleikarnar í hugaheiminum um, hvussu økið skal síggja út.

Um hasir aktivitetirnir verða fluttir aðrastaðir, so ganga ikki so nógv ár, so hugsar næsta ættarliðið beint á sama hátt, sum hetta – men um eitt annað stað.....

2. Ítróttarhøll. Um eg hugsið um eitt miðstaðarøki, so haldi eg ikki, at ein høll er so væl egnað mitt í hjartanum í bygdini.

Eg taki ikki dagar ímillum, hvørt fimleikarhøll skúlans skal byggjast út, ella ein nýggj koma í staðin.

Men eg haldi ikki, at ein høll hóskar í miðstaðarætlanini. Høllin kann standa á øðrum hóskandi staðið – við nøktandi parkeringsviðurskiftum.

3. Country-festivalurin. Eg skilji væl, at country-festivalurin verður brúktur sum jarnbrot í argumentatiónini. Hann er vorðin so mikið stórur í bygdamyndini – hetta eina vikuskiftið um árið.

Hóast eg avgjørt virðið tað orku, sum ábyrgdapersónarnir/eldsálirnar leggja í hetta tiltak, so dugi eg illa at foreina meg við, at ein slíkur festivalur skal gera av, hvussu miðstaðarøkið í bygdini skal vera háttað. Hóast hann saktans kann vera við í hugarokinum.

4. Miðstaðarøkið. Tá eg hugsi um miðstaðarøkið, má fyrst vera sagt, at vit hava eitt miðøkið, sum er alt ov trongt.

Harafturat uppliva vit nærum hvønn dag, at tað sindrið av plássi, sum er, er upptikið av stórum vørubilum, sum gera tað, sum teir eiga, men sum eisini gera støðuna verri.

Næsti granni er Stakkin. Stakkin er eitt skúladømi uppá, hvussu til ber at broyta eitt øki, sum hevði útlivað sína tíð, til eitt satt prýði fyri bygdina. Og eg hugsi: keep up the good work! Lat tað breiða seg, sum ringar í vatninum.

Í hesum nýggja miðstaðarøkinum í Sørvági, síggi eg fyri mær, at Stakkin verður ein náttúrligur samanhangandi partur við økið niðri við vøllin, við einum nýggjum, ikki ov høgum, vøkrum bygningi, sum er bygdur til tey endamál, sum bygdarráðið velur.

Harafturat haldi eg, at áin, Kirkjuáin, sum jú rennur beint við, eigur at verða tikin við í ætlanina. Tvs. at áarbakkarnir verða snøggir og áin rein.

Eisini haldi eg, at tað hevur týdning, at økið verður opið, ikki ov trongt, (tað er tí, at bygningurin ikki skal vera ov høgur) kanska við onkrari standmynd ella øðrum hóskandi listaverki, sum prýðir heildarmyndina.....

5. Tíðin. Tað ringasta, sum henda kann, í hesi diskussión um miðstaðarøkið er, at vit velja eina “løtuvinningsloysn”, trýst ígjøgnum av einum íkomnum stemningi, har vit koma skjótt á mál, men úrslitið verður ikki so gott, sum tað kundi verðið.

Skulu vit fáa eina góða loysn, sum øll kunnu gleðast um í tíðini, sum kemur, so mugu vit brúka ta tíð, sum skal til.

So mong vóru orðini hesaferð. Ætlaði ikki at blanda meg, men nú gjørdi eg tað so allikavæl....

Jógvan Steintún

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo