Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Byens Netværk er tvørfakligur felagsskapur innan donsku byggibransjuna. Á hvørjum ári skipa tey fyri eini lestrarferð fyri arkitektar, verkfrøðingar, entreprenørar, landsskapsarkitektar, býarplanleggjarar og byggifeløg.

Hesaferð vitja tey umleið 40 fólkini í Føroyum. Í morgun varð so skipað fyri stórum tiltaki á Hotel Føroyum, har fokus varð sett á býarplanlegging og menning, burðardygd, ferðamál og fíggjarliga og mentanarliga menning generelt.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, legði fyri í morgun við eini framløgu um søgu og samfelag, Føroyar og Havnina, hann greiddi frá, hvussu Tórshavnar kommuna er skipað, og hvussu fíggjarligar, vinnuligar og kommunalar prioriteringar verða framdar í høvuðsstaðnum.

Aftaná greiddi býararkitekturin Birita Wardum frá um kommunuætlan, demografi, bústaðarsløg og -politikk, menningina av miðbýnum, um útbjóðing, burðardygd og umhvørvið. Tvey stór prosjekt vórðu sýnd fram: Stóratjørn og Skansabryggjan.

Aftaná greiddi Guðrið Højgaard frá strategium innan ferðavinnu, Johannes Jensen greiddi frá um mentanarferðavinnu og ígongdverandi prosjekt, og Alf Helge Tollefsen frá NCC greiddi frá stóra arbeiðnum at gera Eysturoyartunnilin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo