Í stórari kanning avdúkar DR, at tað ikki júst er næstrakærleiki sum stendur fremst hjá øllum sum starvast innan donsku fólkakirkjuna, sum føroyska fólkakirkjan eisini plagdi vera partur av.
Triði hvør sum er spurdur sigur, at tey seinastu fimm árini hava kent seg verið fyri ágangi í sínum starvi innan kirkjugátt. Og væl at merkja ágangi sum er framdur av starvsfeløgum.
Kanningin hjá DR vísir, at trupulleikin er at finna um alt landið, og upplýsingar frá arbeiðseftirlitinum stuðla uppundir niðurstøðurnar.
2.098 prestar og próstar vórðu spurdir eins og 4.045 onnur starvsfólk í fólkakirkjuni. Umleið helvtin av teimum spurdu valdu at svara kanningini, sum varð gjørd í døgunum frá 17. juni til 4. juli í ár.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo