Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Danska passið er millum tey passini í heiminum, sum geva størst frælsi at ferðast.

Tað vísir ein uppgerð sum Henley Passport Index hevur gjørt yvir øll pass í heiminum.

Passið liggur sum nummar 5 á listanum yvir øll heimsins lond og nummar 3 á listanum yvir lond í Europa. Passið gevur atgongd til at ferðast í 187 londum. Miðal fyri øll pass í heiminum er 107 lond.

Ovast á listanum liggja passini í Japan og Singapor. Tey sum hava hesi pass kunnu ferðast til ávíkavist 191 og 190 lond. Niðast liggja lond sum Norðurkorea (39 lond), Sýria (29 lond) og Afganistan (26 lond).

Føroyar eru ikki á listanum, helst tí grøna passið í veruleikanum er at rokna sum eitt danskt pass.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo