Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Danska stjórnin hevur avgjørt, at freistin fyri innlating av ársfrásøgnum hjá virkjum verður longd við trimum mánaðum.

 

Tað verður gjørt eftir ynski frá vinnulívinum og við undirtøku í Fólkatinginum.

 

Vinnumálaráðharrin Simon Kellerup sigur, at stjórnin hevur lurtað eftir greiðu áheitanini frá vinnulívinum.

 

- Rættiliga nógv virkir og teirra grannskoðarar stríðast beint nú við at fáa síni virkir at hanga saman. Í eini sovorðnari trýstari løtu skulu vit sjálvandi gera hvat vit kunnu fyri at hjálpa virkjunum til at klára teir mest átroðkandi trupulleikarnar fyrst.

 

Í Føroyum hevði hetta merkt, at freistin hjá vinnufeløgum at lata inn ársfrásøgnina fyri árið 2019 hevði verið longd frá 30. juni 2020 til 30. september 2020.

 

Les meira her

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo