Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Danski innanríkis- og bústaðarmálaráðharrin Kaare Dybvad Bek vitjar í hesum døgum í Føroyum. Í morgin fyrrapart er hann gestur hjá borgarstjóranum, Heðini Mortensen. Ráðharrin hevur sjálvur ynskt eitt óformelt prát við borgarstjóran um kommunu- og bústaðarpolitikk.

Kaare Dybvad Bek er serliga kendur fyri sonevnda ”bústaðarpakkan” hjá donsku stjórnini, umframt at hann hevur víst á loysnir viðvíkjandi tómum húsum og hotelbygningum kring landið.

Á fundinum í morginárini fer Heðin Mortensen at greiða frá arbeiðnum í býráðnum og Birita Wardum, býararkitektur, fer at greiða frá bústaðarpolitikkinum og ítøkiligum verkætlanum í kommununi.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, vónar at fáa íblástur frá ráðharranum, tí kommunan arbeiðir støðugt við at loysa avbjóðingina við vantandi bústøðum í kommununi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo