Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tað er flokkurin Nye Borgerlige sum hevur tikið stig til innsavningina av pengum, sum skulu brúkast til at endurprenta tekningarnar av Muhammed profeti í donskum avísum.

Spurd um hon ikki stúrir fyri, at tað fer at elva til fleiri álop sigur forkvinnan í Nye Borgerlige, Pernille Vermund (myndin), at hon kann ikki fáa skuldarkenslur av at brúka sítt talu- og skrivifrælsi.

- Eg stúri meira fyri avleiðingunum, um vit ikki gera hetta. Um vit ræðast islamistarnar, so hava teir fingið valdið, so hava teir vunnið, sigur hon við ritzau.

Danski fólkaflokkurin hevur somu hugsan, men heldur, at tað nyttar lítið um bara ein ella fáar avísir tora at prenta tekningarnar.

- Tað er ikki rímiligt, at ein einsamøll avís skal bera frælsiskyndilin og taka avleiðingarnar, sum tað kann hava við sær. Allir flokkarnir á Christiansborg og allir danskir miðlar áttu at staðið saman um hetta.

Ætlanin er, at lýsingarherferðin skal vísa tekningarnar, sum franski lærarin Samuel Paty vísti næmingunum, tá hann undirvísti um talu- og skrivifrælsi. Seinni varð hann myrdur av einum víðgongdum muslimi av somu orsøk.

Fyribils hevur Jyllandsposturin, sum upprunaliga prentaði fyrstu muhammedstekningarnar í 2005, boðað frá, at tey ikki fara at prenta lýsingarnar.

- Eg vildi ynskt, at eg kundi sagt ja til lýsingarnar, tí eg haldi jú ikki, at nøkur avmarking skal vera í okkara talu- og skrivifrælsi. Men aftaná at vit eru komin væl frá fýra ítøkiligum yvirgangsroyndum, haldi eg ikki, at vit fáa verið við til henda partin av kjakinum, sigur blaðstjórin Jacob Nybroe.

Aðrir miðlar, eitt nú Ekstrablaðið, hava sagt seg vilja taka støðu til lýsingarnar tá tey hava sæð tær.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo