Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Eitt danskt flogfar, sum skuldi evakuera danskar ríkisborgarar úr Afganistan, fekk ikki sett seg í høvuðsstaðnum Kabul, tí ov nógvur ruðuleiki er í floghavnini. Tað skrivar TV2, og danska uttanríkisráðið váttar tíðindini.

Fólk kunnu seta seg á ein lista, sum ynskja at verða flutt burtur, og nógv fólk eru enn á listanum. Uttanríkisráðið vil ikki siga, hvussu nógv, og heldur ikki, hvar flogfarið, sum skuldi fara eftir fólkunum á listanum, ístaðin er farið.

Minst 7 fólk doyðu í gjár á ófriðnum og ruðuleikanum í floghavnini í Kabul.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo