Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Í gomlum døgum rokkaði hann við Chase. Seinasta árið hevur ta fyri tað mesta verðið NorðKraft. Men mánadagin í hesari vikuni gav Edmund Jacobsen - út album - “Southern Ram” - við danska rokkbólkinum StoneKing.

Talan er um eina útgávu, har ið allir sangir eru vornir til við áhaldandi uppihaldi í venjingarhølinum í Esbjerg. Gomul hugskot eru avdustað, og ein rúgva av nýggjum tónleikið hevur eisini sæð dagsins ljós í 2019, har ið tað mesta av tónleikinum var skrivaður.

Stílurin er melodiskur rokkur - av tí gamla slagnum, vilja nógv óivað halda. Kjarnan í tónleikinum er tað melodiøsa - við harðliga spældum gittar sum berandi partur. Hartil lekrar synth-víddir - og sjálvandi eitt ektað hammond-orgul í stíl við John Lord sála. Onki ber tó til uttan kontantan bass og trummur. Og hesi ljóðføri eru í stóran stíl eisini berandi á nýggju útgávuni.

Edmund - sum nú er 53 ára gamal - gjørdist fastur limur í StoneKing í 2018, og fyrstu mánaðarnar í 2019 føddust tankarnir um at gera eina útgávu. Og skjótt gekk at fáa upptøkurnar lidnar í seinnu helvt av 2019 - og eitt sindur í januar 2020.

“Southern Ram” er produserað, lagt til rættis og upptikin av StoneKing í Esbjerg og Ribe í 2019 og 2020. Martin Pagaard Wolff - ið eisini spælur trummur á útgávuni - var tøkningur, og hann hevur hartil eisini ljóðblanda útgávuna.

Mastrað hevur Jacob Hansen, sum hevur haft ein fingur við í fleiri útgávum við Týr. Givið út hevur StoneKing í samstarvið við Gateway Music.

Á “Southern Ram” spæla hesir tónleikarar:

  • Edmund Jacobsen - Sang og kór
  • Peter Qvortrup - Gittar
  • Søren Kaspersen - Keyboards
  • Martin Pagaard Wolff - Trummur, percussion og gittar
  • Tommy Rask Hasle - Bass

“Southern Ram” við StoneKing kann stroymast: her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo