Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Dátueftirlitið: Føroya Landsstýri mælir til, at koronapass verður nýtt í ymsum samanhangum. Á heimasíðuni korona.fo er greitt frá, at fyri at vera í gildi skal eitt koronupass uppfylla eina av seks treytum. Víst verður til korona.fo fyri nærri kunning hesum víðvíkjandi.

Dátueftirlitið skal vísa teimum fyritøkum og stovnum, sum fylgja tilmælinum um nýtslu av koronapassi, á hesi viðurskifti:

Koronapassið – um hetta er talgilt ella ikki – inniheldur persónupplýsingar um eigaran.

Dátuverndarlógin, sbr. løgtingslóg nr. 80 frá 7. juni 2020 um vernd av persónupplýsingum, er galdandi fyri alla viðgerð av persónupplýsingum, sum er heilt ella lutvíst automatisk (elektronisk), og fyri manuella viðgerð, um persónupplýsingar eru ella verða settar í eina skrá.

Um ein fyritøka ella stovnur kannar koronapass við inngongd við at viðskiftafólk vísa passið fram og starvsfólk hyggja at passinum, fer eingin viðgerð av persónupplýsingum fram, sbr. dátuverndarlógini. Tað merkir, at dátuverndarlógin ikki er galdandi.

Um ein fyritøka ella stovnur kannar koronapass við inngongd við at hyggja at passinum, sum verður víst fram, og harumframt skráseta í egnum skipanum, at viðkomandi viðskiftafólk hevur eitt koronapass og tí lýkur treytirnar fyri at koma inn, fer viðgerð av persónupplýsingum fram, sum er fevnd av dátuverndarlógini.

Fer viðgerð av persónupplýsingum fram, er tað týdningarmikið, at fyritøkan ella stovnurin tryggja sær, at ásetingarnar í dátuverndarlógini verða fylgdar. Tað merkir, at fyritøkan ella stovnurin m.a. skal tryggja sær, at meginreglurnar fyri viðgerð av persónupplýsingum eru loknar, at heimild er fyri viðgerðini, at rættindini hjá skrásetta verða fylgd, undir hesum kravið um kunning í sambandi við skráseting, og at reglurnar um viðgerðartrygd verða hildnar.

Fyritøkur, stovnar o.o. eru vælkomin at venda sær til Dátueftirlitið um ivamál eru viðvíkjandi viðgerð av persónupplýsingum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo