Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Dátueftirlitið: Dátueftirlitið hevur í dag latið ársfrágreiðingina fyri 2020 úr hondum.

Í frágreiðingini sæst millum annað, at talið á stovnaðum málum í 2020 var 372, sum er ein øking í mun til 2019. Umframt at viðgera ítøkiligar umsóknir um loyvir og kærur um viðgerð av persónupplýsingum, hevur Dátueftirlitið svarað nógvum fyrispurningum frá bæði privatum og almennum myndugleikum um nýggju dátuverndarlógina. Eins og fyri øll onnur, hevur korona eisini sett sín serliga dám á arbeiðið hjá Dátueftirlitinum í 2020.

Løgtingslógin um vernd av persónupplýsingum (dátuverndarlógin) bleiv samtykt í Løgtinginum í juni 2020, og kom í gildi 1. januar 2021. Dátueftirlitið brúkti nógva orku í seinnu hálvu av 2020 at fyrireika gildiskomuna. Dátueftirlitið skrivaði m.a. 16 vegleiðingar um ymisk evni ella ásetingar í dátuverndarlógini, gjørdi seks skabelónir og eina standard dátuviðgeraravtalu. Umframt skrivliga tilfarið, legði Dátueftirlitið eisini stóran dent á at halda og luttaka í kunnandi tiltøkum. Sum nakað nýtt í kunnandi arbeiðinum royndi Dátueftirlitið seg eisini við einum poddvarpi. Í desember vórðu sostatt fýra partar av poddvarpi um ymisk evni lagdir á heimasíðuna hjá Dátueftirlitinum

Ársfrágreiðingin er tøk her.

Les meira um Dátueftirlitið og dátuvernd á heimasíðuni hjá Dátueftirlitinum, www.dat.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo