Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Dátueftirlitið: Dáturáðið hevur viðgjørt spurningin um ein uttanhýsis ráðgevi, sum er dátuviðgeri fyri ein stovn, samstundis kann vera dátuverndarfólk fyri stovnin.

Niðurstøðan hjá Dáturáðnum er, at um ein fyritøka veitir einum dátuábyrgdara eina KT-skipan, sum viðgerð persónupplýsingar, og fyritøkan eisini er dátuviðgeri hjá dátuábyrgdaranum, kann starvsfólk hjá fyritøkuni ikki samstundis røkja uppgávuna sum dátuverndarfólk fyri dátuábyrgdaran.

Dátuverndarfólk skulu m.a. kunna og ráðgeva dátuábyrgdaran og starvsfólk um teirra skyldur sambært dátuverndarlógini, og at halda eyga við, at dátuverndarlógin og aðrar reglur um dátuvernd verða hildnar. Varnast dátuverndarfólkið, at dátuverndarlógin ikki verður hildin, skal viðkomandi gera vart við hetta. Um dátuverndarfólkið gerst varugt við, at viðgerð í einari KT-skipan ikki er í samsvari við lógina, skal dátuverndarfólkið siga dátuábyrgdaranum frá og ráðgeva um, hvussu viðgerðin kann fáast í rættlag aftur. Skal íløga gerast í nýggja KT-skipan, skal dátuverndarfólkið takast við uppá ráð.

Til tess at tryggja, at dátuverndarfólkið kann halda sínar skyldur á nøktandi hátt, er tað ásett í dátuverndarlógini, at dátuábyrgdarin skal tryggja, at dátuverndarfólkið er óheft og hevur møguleika at geva óhefta ráðgeving.

Sambært dátuverndarlógini kunnu dátuverndarfólk hava aðrar uppgávur og skyldur. Dátuábyrgdarin skal tó tryggja, at slíkar uppgávur og skyldur ikki hava við sær áhugamálsstríð.

Dáturáðið metir, at áhugamálsstríð kann standast ímillum uppgávuna sum dátuverndarfólk og starvið hjá fyritøkuni, sum veitir KT-skipan, sum viðger persónupplýsingar. Hetta kann t.d. vera, um dátuverndarfólkið skal ráðgeva um broytingar í KT-skipanini, um útskifting av KT-skipan, um at skifta veitara ella annað viðkomandi. Í hesum førum skal dátuverndarfólkið veita ráðgeving um møguligar neyðugar broytingar í skipanini, samstundis sum viðkomandi starvast fyri fyritøkuna, sum skal gera broytingarnar, og sum fær fíggjarligan ágóða av hesum.

At tilnevna starvsfólk hjá dátuviðgera – í teimum førum fyritøkan veitir skipanir o.tíl., sum viðgera persónupplýsingar – sum dátuverndarfólk, er tí í ósamsvari við dátuverndarlógina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo