Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

David Dushman, hin seinasti av hermonnunum, sum fríaðu fangarnar í Auschwitz 27. januar í 1945, er deyður í München, 98 ára gamal.

Týski Dushman, sum sjálvur var av jødiskari ætt, var hermaður í russiska herinum.

Dushman visti einki um týningarleguna, tá hann 21 ára gamal kom til hana. Síðan henda dag hevur minningardagur fyri fólkamorð verið hildin í øllum heiminum.

Dushman, sum eisini var í bardøgunum um Stalingrad og Kursk, fekk fleiri enn fjøruti heiðursmerki.

Seinni í lívinum bleiv hann fremsti olympiski fiktarin fyri Russland, og varð eygnavitni í München í 1972, tá palestinski yvirgangsbólkurin, Svarti September, tók níggju ítróttafólk úr ísraelsku olympisku leguni og drupu tvey.

Minningardagur fyri Holocaust og onnur fólkamorð verður hvørt ár hildin í Føroyum 27. januar.

Í ár var Skúlin við Streymin vertur fyri tiltakinum, sum varð stroymt til allar skúlar í landinum.

Komandi ár verður Skúlin á Tvøroyri vertur fyri tiltakinum, sum verður stroymt úr Salt.

Tað er Nám, sum skipar fyri minningardegnum um Holocaust og onnur fólkamorð.

Fá meira at vita

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo