Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Sologittarkonsert við unga talentinum, ið seinni í ár fer at hava sína formellu debut úr solistklassanum á Kgl. Danska Musikkonervatorium í Keypmannahavn.

- Tað er við stoltleika, at vit kunnu bjóða honum at hava konsert á tí skúla, har ið hann traðkaði sínar tónleikaligu barnaskógvar hjá Ragnari Olsen, ið var fyrsti lærari hansara. Eftir lokið prógv á Musikkskúlamiðnámi, fór Dávur til Keypmannahavnar at lesa. Eisini var hann eitt skifti í Kina í tiltikna gittarklassanum í Beijing.

Hann hevur við góðum úrslitum luttikið í altjóða kappingum fyri gittara og vann hann í 2017 stórstu føroysku einleikarakappingina Stellu Polaris.

Dávur fer at spæla tónleik eftir Dowland, Brouwer, Moreno-Torroba og Rasmussen. Og okkurt stuttligt afturat, sum hann sigur. Pláss skal vera fyri impulsiviteti og hevur hann nógv gittarstykki við í skjáttuni.

- Leygardagin 12. mars kl. 13.00 fer Dávur at hava opnan klassa við blaðungum gittartalentum, ið spæla gittar hjá Ólavi Jakobsen og Ragnari Olsen. Her fer Dávur at vegleiða og koma við góðum ráðum.

Tiltøkini eru partur av Gittarmagma, ið er á Tórshavnar musikkskúla leygardagin og sunnudagin 12. og 13. mars. Tiltakið eru alment og ókeypis.

- Solokonsertin hjá Dáva er sunnudagin 13. mars kl. 15.00 í Hátún. Ikki er neyðugt at bíleggja atgognumerki innan. Konsertin varir 50 minuttir og er uttan steðg.

Ókeypis atgongd.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo