Liverpool pressaði og pressaði, men Manchester United vardi seg til 0-0 í stórdystinum í kvøld.
Við meistarligari hjálp frá málverjanum David de Gea.
Dysturin vísti annars ein ósjónligan Paul Pogba á miðvøllinum hjá United, og ein nærum útbrendan Zlatan Ibrahimovic sum ikki fekk ein einasta málmøguleika móti Liverpool.
0-0 merkir at Liverpool liggur nummar 4 á stigatalvuni, tvey stig aftanfyri Manchester City og Arsenal og eitt stig aftanfyri Tottenham. Manchester United liggur sum nummar sjey.
What a wonderful goalkeeper David de Gea is. 2 outstanding saves.
— Gary Lineker (@GaryLineker) 17. oktober 2016
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo