Har sum neyðin er størst, er Frelsunarherurin næst
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tekstlýsingar

Hevur tú hugsjónir um mentan í breiðari merking og ynskir at fyrisita og slóða fyri fakligari menning og politiskari fyrireiking innan økið, so hevur tú møguleika at bjóða teg fram sum deildarstjóri í Uttanríkis- og mentamálaráðnum.

Uttanríkis- og mentamálaráðið sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum deildarstjóra til Mentanardeildina at byrja 1. mars 2021 ella eftir nærri avtalu.

Ábyrgd og uppgávur
Deildarstjórin skal mynda deildina á ein sannførandi hátt og virka fyri góðum og mennandi arbeiðsumhvørvi, umframt at hava leiðsluábyrgdina av starvsfólkum og øllum virkseminum á deildini, eitt nú:

- At ráðgeva og vegleiða landsstýrismanninum, aðalstjóranum o.ø

- At tilevna uppskot til lógir, kunngerðir, reglur o.a.

- At fyrisita og menna økini

- At samskipa og fremja samstarv innan økini

- At tryggja, at uppgávur verða loystar á einum høgum fakligum stigi, og at bygnaður/mannagongdir eru í samsvari við nútímans krøv

- At umsita UNESCO samstarvið

Mentanardeildin fevnir í løtuni um mentan, list, mentanararv, søvn, ítrótt, fjølmiðlar, kirkju og onnur trúarsamfeløg.

Persónurin
Rætti persónurin til deildarstjórastarvið skal hava hug og hegni at leiða og skal kenna egnar dygdir og avmarkingar. Tað er týdningarmikið, at tú hevur evni og vilja at samstarva og samskipa.

Starvið krevur, at tú skjótt dugir at skapa tær eitt yvirlit í skiftandi støðum og megnar at røkka settum málum. Tú skalt vera framskyggin og hava evni og áræði at ganga nýggjar leiðir.

Tú skalt hava góð evni at sjóða saman fólk og við einum stimbrandi leiðsluhátti at birta eldhuga millum hesi. Tú skalt síg skapa virðing og trivnað innanhýsis millum starvsfólk og uttanhýsis við samstarvspartar o.o. Umráðandi er at skapa trúvirði, vera álítandi og duga væl at lýsa egin sjónarmið. Tú skalt evna innliving og virðing fyri hugskotum og sjónarmiðum hjá øðrum.

Førleikar og royndir
Vit vænta, at umsøkjari m.a. hevur:

• Viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni

• Leiðslu- og fyrisitingarligar royndir frá tí almenna ella privata arbeiðs-marknaðinum

• Góð leiðslu- og samstarvsevni umframt mennandi leiðslustíl

• Góðan kunnleika til mentanarøkið

• Førleika til at menna samstarvið við allar viðkomandi partar innan økið, vinnulívið og aðrar áhugabólkar

• Góð evni at samskifta og orða seg á føroyskum, norðurlendskum og enskum

Setanar- og lønartreytir
Starvið er flokkað samsvarandi 37. lønarflokki sambært Tænastumannafelag Landsins, tó uttan at vera tænastumannastarv. Lønin er í løtuni kr. 53.524,03 umframt 15 % í eftirløn um mánaðin.

Starvið er spennandi við skiftandi uppgávum og við nógvum samskifti inn- og úteftir umframt uttanlandssamstarv.

Tann, ið verður settur, kemur at arbeiða í einum spennandi umhvørvi tætt saman við politisku myndugleikunum og mentanarstovnum.

Arbeiðið er á einum høgum fakligum stigi, og møguleikarnir fyri bæði persónligari og fakligari menning eru góðir.

Deildarstjórin skal tola broytingar í setanarviðurskiftunum í sambandi við møguligar bygnaðarbroytingar.

Viðmerkjast skal, at setanarøkið fevnir um stjórnarráðini og Løgmansskrivstovuna.

Umsókn
Umsókn við CV, prógvum o.ø. skal sendast til:

Uttanríkis- og mentamálaráðið
Tinghúsvegur 5-7
Postsmoga 3279
110 Tórshavn

Ella sum t-postur til ummr@ummr.fo

Umsóknin skal verða Uttanríkis- og mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi mánadagin 1. februar 2021.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Poul Geert Hansen, aðalstjóra í Uttanríkis- og mentamálaráðnum, á tlf. 555010 ella
t-post PoulGeertH@ummr.fo.

Uttanríkis- og mentamálaráðið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita uttanríkismál, mentamál, undirvísingarmál og gransking. Harafturat eru uppgávur viðvíkjandi dagstovnum, kirkju, loftmiðlum, ítrótti og øðrum frítíðarvirksemi. 4 starvsfólk starvast á Mentanardeildini. Sí heimasíðu Uttanríkis- og mentamálaráðsins www.ummr.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo