Meira lættført er at takka fyri lítið enn fyri nógv
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Granskingarráðið: Týsdagin boðaði National Institute of Health í USA frá, at tey umvegis Harvard Universitetið høvdu  játtað Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu 4,5 mió. kr. í stuðli til at fremja eina granskingarverkætlan, sum skal lýsa, hvussu immunverjan hjá nýføddum børnum í Føroyum starvar. Verkætlanin er mett at kosta fleiri mió. krónur og varðar í 4 ár. Danska Umhvørvisstýrið hevur av peningi, sum er settur av til granskingarverkætlanir í Arktis, játtað knappliga 1,8 mió. til somu verkætlan.

 

Á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu siga tey um verkætlanin:

 

“Talan er um  eina granskingarverkætlan, sum skal fremjast í tøttum samstarvi millum okkum her á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, Ljósmøðratænastuna og Barnadeildina á Landssjúkrahúsinum.

 

Ætlanin er  at seta á stovn eina 6. burðarkohortu í Føroyum. Vit byrjaðu hetta arbeiðið í 1985 og hava til henda dag stovnað og fylgt fimm ymiskum burðarkohortum. Umleið 2500 børn og foreldur teirra hava luttikið í hesum arbeiði. Áður hava vit serliga kannað, hvussu nervalagið starvar. Nú fara vit at kanna immunverjuna  nágreiniliga, tí tað tykist sum at immunverjan er ávirkað av dálkandi evnum serliga tí evnabólkinum, vit rópa fluorevnir. Hetta hava vit sæð í fleiri av okkara barnakohortum. Nú er so ætlanin at kanna hetta so væl sum gjørligt við at fylgja kvinnum, sum eru við barn gjøgnum viðgongutíðina við blóðroyndum og spurnabløðum, at taka blóð frá nalvastreingi við føðing og síðani kanna børnini, tá tey eru 2 vikur gomul, 3 mánaðir og 12 mánaðir gomul.

 

Pál Weihe, yvirlækni og professari og Philippe Grandjean professari við Deildina fyri Umhvørvislæknafrøði á Harvard Universitetinum hava nú í fleiri ár søkt um pengar til hesa verkætlan. Í heyst fingu vit loksins at vita, at vísindaliga umsitingin í National Institute of Health mælti til at játta okkum fígging, men ikki fyrr enn nú er tað vorðið játtað av leiðsluni av einum av  heimsins størstu almennu granskingargrunnum. Vit vóru farin at óttast, at nú Amerika er í svárari neyð av korona, fóru vit at missa játtanina av hondum. Men so varð lukkutíð ikki. Vit fegnast um, at tað almenna USA eisini í slíkum tíðum vil lata okkum her úti í havi so dyggan stuðul.

 

Játtanin er frá 1. apríl og farið verður til verka so skjótt  Dátueftirlitið hevur góðkent  dátutrygdina í samstarvinum millum hesar tríggjar deildir í føroyska heilsuverkinum: Ljósmøðratænastuna, Barnadeildina á Landssjúkrahúsinum og okkum her á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu.“

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo