Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

FSF: Mikudagin spælir føroyska A-landsliðið við monnum tann fyrsta av trimum HM-undankappingardystum, ið eru á heimavølli í hesum umfarinum. Lagt verður fyri ímóti Ísrael, leygardagin er Danmark mótstøðuliðið, áðrenn moldovar koma á vitjan týsdagin 7. september.

Føroyska liðið hevur fyrireikað seg væl, og aftaná venjingina týsdagin, sum var tann síðsta, áðrenn dystin móti Ísrael, fekk FSF Varpið orðið á Gilla Rólantsson Sørensen.

Og Gilli dylir ikki fyri, at hann er spentur til dystirnar, ið verða í næstum, og hann vónar samstundis, at nógvir áskoðarar fara at koma á Tórsvøll at stuðla lansliðnum.

Atgongumerki fáast til keyps í Nethandilinum á heimasíðuni hjá FSF.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo