Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Delta Seafood byrjaði virksemi sítt á kajuni á Tvøroyri í 1995 í leigaðum hølum, við saltfiska framleiðslu.

Hóast upp- og niðurgangstíðir, so hevur Delta, ið tað verður rópt millum manna, altíð klárað seg.

Delta valdi so at byggja egið virki í 2000, sum longu bleiv útbygt í 2005. Hesi hølini hava so verði nýtt til í 2015, tá ið aftur bleiv víðka um hølini.

Í 2016 stóð nýggjasti bygningurin liðugur, ið er ein landingarmiðstøð og upp tining, og eru hølini í dag nútímans og sera væl virkandi, og hevur Delta Seafood umleið 4000m2 at virka á, og umleið 30 starvsfólk.

Tað er í hesum sambandi at Delta Seafood, letur dyrnar upp fyri almenninginum, leygardagin 1. apríl, har rúgvusmikil og eisini stuttlig skrá er fyriskipa.

Skráin sæst her:

Kl. 15.00 Dyrnar lata upp
- myndaframsýning
- frágreiðing um árini
- klavertónleikur við Drós
- framsýning av ymiskum fiskasløgum

Kl. 16.00 Klovnurin BUBU vitjar
- undirhald
- børn og vaksin sleppa læra skera lippur, kjálkar oa.
- møguleiki er fyri at royna trukkar

Umframt alt hetta er fiskasuppa, smakkiroyndir og ein hevur møguleika fyri at síggja virkið, og hvussu saltfiskurin verður framleiddur.

Tiltakið heldur á til kl 18.00 og er ókeypis. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo