Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Fyrr í juni setti landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, depilsráðið fyri Glasir. Í ráðnum eru sjey limir, sum verða tilnevndir eftir tilmæli frá pørtum á arbeiðsmarknaðinum og kommunufelagnum.

Harumframt eru tvey læraraumboð og eitt næmingaumboð, sum verður valt á hvørjum ári.

Í Depilsráðnum fyri Glasir næstu fýra árini eru Magnus Magnussen og Gunnar Mohr fyri Vinnuhúsið, Sigurð Ó. Vang fyri Føroya Kommunufelag, Anna Johannesen fyri Starvsmannafelagið, Eli Brimsvík fyri Landsfelag Handverkaranna og Súsan K. Gregoriussen og Una Joensen fyri Glasir.

Depilsráðið hevur á fundi 20. juni 2016 skipað seg við Sigurði Ó. Vang sum formanni og Magnusi Magnussen sum næstformanni.

"Marknagilsverkætlanin við nýggjum skúlabygningi í 2017 og samanløgdum skúlum er bæði framsøkin og víðskygd. Vit síggja fram til miðvíst at virka saman við rektaranum og skúlanum til frama fyri dygd í gymnasialu-, yrkis- og hægri útbúgvingunum á Glasi - og virka fyri tøttum bondum millum Glasir, vinnulív og arbeiðsmarknaðin sum heild," sigur nývaldi formaðurin, Sigurð Ó. Vang. Magnus Magnussen, næstformaður í depilsráðnum og formaðurin í stýrinum fyri Tekniska skúla í Tórshavn, sigur: "Tað er avgerandi, at vinnan hevur ávirkan á yrkisútbúgvingarnar, so vit útbúgva fólk til føroysku vinnuna og føroyska samfelagið."

Depilsráðið virkar við støði í løgtingslóg nr. 79 frá 22. mai 2015 um skúladepil í Marknagili, og er sermerkt á tann hátt, at tað hevur sterka umboðan fyri arbeiðsgevarar og arbeiðstakarar. Hetta tí at lógin leggur upp til eitt tætt samstarv millum Glasir og arbeiðsmarknaðin.

Meginuppgávurnar hjá depilsráðnum eru:
- at styrkja samband og samskifti úteftir og dygd og menning inneftir
- at veita rektaranum ráð og gera tilmæli viðvíkjandi fyriskipan, útbúgvingum og strategi
- at virka fyri, at Glasir í størst møguligan mun bjóðar út yrkisfakligar grund-, eftir- og víðari
útbúgvingar, ið eru viðkomandi fyri tørvin hjá vinnuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo