Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Afrikanska landið Guinea boðaði í gjár frá, at eitt fólk er deytt av sera deyðiliga Marburg-virusinum. Boðini koma bert tveir mánaðir eftir, at WHO lýsti ebola sjúkuna á staðnum basta. Ebola hevur gjørt enda á yvir 11.000 fólkum í Guinea, og Marburg virusið er líkt ebola hvat smittuspjaðing og deyðiligheit viðvíkir.

Sambært WHO kann deyðiligheitin koma upp móti 88%.

Marburg virusið varð fyrstuferð staðfest í týska býnum Marburg í 1967, tá smittaðar apur sum komu úr Uganda smittaðu tilsamans 31 fólk. 7 teirra doyðu.

Seinni eru sjúkan brotin út 12 ferðir, seinast í Uganda í 2017. Ringast stóð til í Angola í 2004 og 2005, tá 227 fólk doyðu av virusinum. Tá var deyðiligheitin 90%.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo