Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

(savnsmynd)

(savnsmynd)

Upp á fyrispurning frá KVF sigur landsstýriskvinnan í almannamálum, Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttur, at hon er í holt við at samskifta við hini ráðini, og kemur við uppskoti um, at ein samskiftisdepil kann loysa tørvin á tulking, umframt at tað kann menna teknmál og veita undirvísing og ráðgeving. Samstundis verður víst á, at Almannamálaráðið ikki kann fara inn á øki, ið hoyra Mentamálaráðnum til.

Deyvafelag Føroya hevur í fleiri umførum tosað við øll trý ráðini, ið vara av okkara øki, um samskiftisdepil. Tað er eitt tiltak, ið kann taka nógv ár at seta á stovn, og byrjast má uttan iva í smáum. Hesin trupulleikin er ikki nýggjur, men vit hava móttikið sama svar úr Almannamálaráðnum seinastu trý árini. “Tey eru hørm um tulkastøðuna”, men nøkur loysn hevur ongantíð verið í uppskoti.

Vit hava tørv á, at politikarar hava dirvi at gera nakað við støðuna her og nú.

Vit hava tørv á samskifti nú – og hava havt tað leingi.

Vit hava tørv á loysnum, eisini um tað eru fyribilsloysnir, tí vit standa uttan nøktandi samskifti og kunning á øllum økjum.

Landsstýriskvinnan vísir á Lógina um Almannatrygd og tænastur – óiva sipar hon til § 42, ið sigur:

§ 42. Tulkur verður veittur persóni við ongari ella niðursettari hoyrn ella persóni, sum hevur teknmál sum mál, og sum tí hevur tørv á tulki, tá samskift verður við onnur.

Stk. 2. Tulkur verður veittur soleiðis, at persónur kann taka lut í samfelagslívi og sosialum lívi á jøvnum føti við onnur.

Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um treytir fyri at veita tulkatænastu, tal av tulkatímum, undir hesum býtislykil millum brúkarar og gjald fyri avleiddar útreiðslur.”

Tað, sum er áhugavert í hesum sambandi, er millum annað stk. 3, ið tilskilar at landsstýrismaðurin kann áseta reglur fyri at veita tulkatænastu. Hesar reglur eru ongantíð ásettar.

Kunngerð varð send til hoyringar í februar. Deyvafelagið gjørdi tá drúgvar viðmerkingar.

Tá samanum kemur, hevur landsstýriskvinnan í roynd og veru ikki eitt liðugt lógarverk at arbeiða við. Tað merkir so eisini, at enn ber til at laga lógina til veruligu støðuna. Eisini at peningur kann fylgja brúkara, og at tilber at velja sær tulk, har hann finnist uttan eykakostnað fyri hin teknmælta ella skrivitulkabrúkaran.

Deyvafelag Føroya

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo